Olaf Johannesen í biograffilmi

Føroyski sjónleikarin, Olaf Johannessen, er stjórin, Paul, sum í "Undtagelsen" skal sigla millum tey bæði skerini, ið eita óndskapur og vaksnamannahapping á arbeiðsplássinum.

 

Filmurin "Undtagelsen", sum byggir á metsølubókina hjá Christian Jungersen, verður fyrstu ferð sýndur í Føroyum mikudagin í næstu viku, skrivar Filmsfelagið í tíðindaskrivi.

Tað er dagin fyri at hann verður frumsýndur í Danmark, har Biografklub Danmark skipar fyri. Í Føroyum er tað Filmsfelagið, ið skipar fyri.