Ólavsøkuróðurin eigur langa søgu

Síðani 1974 hevur verið kappast á stutta teininum av Argjahøvda og framvið Molanum

Tað eru fleiri heilt gamlar siðvenjur á ólavsøku. Ein er, at ólavsøkan verður sett á Tinghúsvøllinum klokkan 14 ólavsøkuaftan, og at tað so verður farið beinleiðis til kappróðurin. Í dag verður fyrsta startskotið klokkan 13.30, tá ið farið verður undir barnaróðrarnar.

 

At kapprógva hevur altíð verið partur av føroyska gerandislívinum, og longu í 1780 var kappróður á ólavsøku. Síðani 1924 ella í 98 ár hevur kappróðurin verið fast inventar á ólavsøku.

 

Inntil útbyggingarnar av havnarlagnum varð róð av Gulanum og inn í Vágsbotn. At Molin varð longdur bar við sær, at tað var neyðugt at finna nýtt róðrarøkið. Í 1971, 1972 og 1973 varð róð uttanfyri Molan. Kappast var frá Argjalandinum og uttanfyri framvið Molanum. Hetta varð ikki mett at vera nóg góð loysn, tí veður og streymur ávirkaðu heilt nógv.

 

Síðani 1974 hevur róðrarøkið verið av Argjahøvda og framvið Molanum. Seinnu árini hevur tað bara verið kappast á 1000 metrum. Í øllum róðrarøkjum og í øllum kappingum. Uttan á ólavsøku. Har er róðrarteinurin 901,25 metrar.

 

Í eitt nú svimjing, renning og súkkling er stórt fokus á tíðunum. Tey, sum luttaka í kappróðri, eru sum øll onnur ítróttarfólk upptikin av tíðum og metum. Men tað verður samstundis ásannað, at grundarlagið at sammeta tíðir er øðrvísi, enn tað eitt nú er í svimjing og renning. Veðrið – ættin, vindferðin, streymur og rák og hitin – hava stóran týdning, og so hevur tað ikki altíð verið so neyvt við tí tekniska í tíðunum.

 

Á heimasíðuni hjá Róðrarsambandi Føroya og á stavnur.fo ber tað til at fylgja við í tíðum og metum. Har sæst, at Skálabáturin í 1992 framvegis eigur bestu tíðina á stutta teininum, sum tað á ólavsøku verður kappast á. Elsta metið eigur 5-mannafarið Aldan við kvinnumanning. Aldan er úr Haldarsvík, og tað var í 1981 – árið eftir at báturin varð smíðaður – at tær úr Haldarsvík settu metið, sum er 41 ára gamalt.

 

 

 

Bestu tíðir á ólavsøku  
Barnaróður gentur  
Ørnin200902 05 00
Barnaróður dreingir  
Títlingur200901 58 00
5-mannafør gentur 14 - 16 ár  
nýggj kapping  
5-mannafør dreingir 14 - 16 ár  
nýggj kapping  
5-mannafør gentur 17 - 18 ár  
Drekin200804 29 24
5-mannafør dreingir 17 - 18 ár  
Súlan199404 14 68
5-mannafør kvinnur  
Aldan198104 38 40
6-mannafør kvinnur  
Jarnbardur199504 21 12
6-mannafør menn  
Tvørabáturin200904 12 06
8-mannafør  
Ørvur199904 03 21
10-mannafør  
Skálabáturin199203 52 00