Ole Børud er einamest kendur fyri sín serstaka funk, westcoastpopp tónleik, ið minnir ikki sørt um Steely Dan, Michael McDonald og Doddie Brothers. Hesin tónleikur hevur seinastu tíðina fingið rættiligt comback millum ung og hipstarar, ið seta prís uppá kvalitetstónleik. Ole Børud er ein meistari í hesum tónleikastíli, og ferðast hann kring heimin við framúrskarandi bólki sínum, skrivar Gjamma-Live í tíðindaskrivi.
Ole Børud er á heimsrundferð í apríl, og hann kemur hendan vegin við fullum orkestri, sum eru átta fólk, saman við blásarum og teknikkarum.
Ole Børud kemur frá kendari tónleikafamilju, og hava tey verið sera virkin í millum øðrum Grand Prix, á leikpallum og í konserthølum. Hann hevur verið professionellur tónleikari, síðan hann var 16, men líka síðani hann tók síni fyrstu fet, hevur tónleikurin fylt lív hansara.
Konsertin í Føroyum verður í Nebo á Toftum. Nebo er ein av nýggjaru samkomusalunum í landinum, og er hølið eitt av landsins bestu konserthølum.
Fleiri sera væleydnaðar konsertir hava verið í Nebo, har gott ljóð- og ljósanlegg og ein stórur pallur verða karmar um konsertina, skrivar Gjamma-Live.
Gjamma-Live boðar eisini frá, at nýggi, sera spennandi og vælspælandi bólkurin Reality Bytes hitar upp til konsertina.