Óli dagsins leikari og toppskjútti hjá Sävehof

Sävehof vann seg fyrr í dag í fjórðingsfinalurnar í svensku steypakappingini

Óli Mittún gjørdist toppskjútti við níggju málum, og gjørdist "Matchens Lirare" - dagsins leikari, tá hann og liðfelagarnir vunnu seg víðari til fjórðingsfinalurnar í svensku steypakappingini.

 

Sävehof hevði eina 33-23 leiðslu frá fyrru áttandapartsfinaluni móti GUIF Eskilstuna, og hon kom væl við, tí Sävehof tapti í dag á heimavølli 35-39 fyri Eskilstuna. Talan gjørdist sostatt um ein samlaðan 68-62 sigur til Sävehof.

 

Í samrøðu við miðlafólkið hjá Sävehof aftaná dystin var Óli fegin um, at Sävehof hevði vunnið seg víðari og hevði skorað 35 mál, men hann helt, at verjuspælið hjá Sävehof var ov vánaligt í dag. 

 

Eskilstuna var á odda 20-18 í steðginum, men teir høvdu ongantíð eina leiðslu í dystinum, ið var størri enn fýra mál.

 

Venjarin hjá Sävehof valdi aftur í dag at spara Elias Ellefsen á Skipagøtu. 

 

Komandi fríggjakvøld klokkan 18 spælir Sävehof fyrsta dystin í bestu svensku hondbóltsdeildini hetta kappingarárið. Dysturin verður á útivølli móti Hallby.