Óli gjørdist toppskjútti í stórsigri hjá Sävehof

Sävehof er nú bert tvey stig frá oddaliðnum, Kristianstad

Óli Mittún fyllir ikki 18 ár fyrrenn 10. juni komandi ár, men smæðist alt annað enn burtur í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Í dag avrikaði Óli aftur væl fyri Sävehof, og gjørdist saman við Marcus Lennernäs toppskjútti við seks málum, tá Sävehof vann stórsigur 37-28 á Guif á heimavølli í Partille.

 

Guif var betri við í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Sävehof á odda 18-15. 

 

Sävehof eru ósigraðir í níggju teimum seinastu dystunum í bestu deildini, har teir hava vunnið sjey dystir og leikt tveir javnar.

 

Sävehof er nummar tvey í deildini við 21 stigum. Tað eru bert tvey stig upp til oddaliðið, Kristianstad sum tó hevur leikt ein dyst færri enn Sävehof.

 

Komandi dystur hjá Sävehof er á útivølli móti Guif. Talan verður um fyrsta dystin í seinnu helvt av grundspælinum. Sävehof hevur leikt 13 av teimum 26 dystunum í grundspælinum.