Vit síggja tó, at tá Óli er mest óndsinnaður og grovur í sínum álopum á fakfelagsrørsluna, so torir hann ikki at seta sítt navn undir illgitingarnar og útspillingarnar, men fjalir seg aftan fyri sokallaða verkamannablaðið, nevnt FF-blaðið, har Óli tykist at vera tann, sum stýrir øllum.
Ja, Óli er so framligur, at hann í heilari blaðgrein í FF-blaðnum frá 4. desember 1997 tekur út parta av sáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag og leyst frá øllum samanhangi í sáttmálanum annars leggur Føroya Arbeiðarafelag undir ikki at vilja fylgja sáttmálanum.
Greinin er úr einum enda í annan fullkomuliga í tráð við tey sjónarmið, sum arbeiðsgevarafelagið førir fram, og tí er tað skilligt, hvørjum parti Óli Jacobsen er í, tá stríð er millum arbeiðsgevarar og løntakarar.
Hetta er ikki nakað nýtt, tí sjálvt um tað býðir mær ímóti at fara at viðgera tey úrslit, sum Fiskimannafelagið hevur fingið við samráðingunum, so er tað ein sannroynd, at Óli Jacobsen hevur verið tann fyrsti at bakka fyri reiðarunum gjøgnum øll árini, og hann er farin so vítt, at hann fyrst í 1990-unum, beint ímóti støðuni, sum limirnir høvdu gjørt greitt á landsfundi um, at ongar forverringar av sáttmálanum kundu koma upp á tal, skrivaði undir sáttmála, har nógvir fiskimenn komu at vera nógv verri fyri enn eftir gamla sáttmálanum.
Tey, sum hava áhuga í hesum kunnu lesa ársfrágreiðingina hjá Fiskimannafelagnum, sum løgd varð fram á ársfundinum tann 29. og 30. desember 1994, har Óli Jacobsen á síðu 5 viðurkennir, at?kom hesin sáttmáli at merkja skerjingar hjá fiskimonnunum í ávísum sáttmálum.?
At talan var um álitisbrot móti limum Fiskimannafelagsins, vísti ársfundurin, har táverandi næstformaðurin, sum nú er farin, við grátirødd bað limirnar um umbering fyri, at stjórnin hevði skrivað undir sáttmála, sum gav limunum verri sømdir enn gamli sáttmálin, hóast ársfundurin var samdur um ikki at vilja góðtaka ein verri sáttmála. Hesin næstformaður visti, hvat álit millum leiðslu og limir felagsins hevur at siga.
Áðrenn Óli Jacobsen fer for langt í útspillingum sínum av Føroya Arbeiðarafelag, skal hann hugsa um, at hesar skerjingar í rættindunum hjá fiskimonnunum vórðu góðkendar av Óla Jacobsen, samstundis sum Føroya Arbeiðarafelag helt tørn, og við tógvið stríð forðaði fyri, at lønin fór eina krónu niður hjá limum Føroya Arbeiðarafelags.
Limirnir í feløgunum báðum kunnu so meta um, hvørt av feløgunum verjir áhugamálini hjá limunum best.
Politikarin Óli Jacobsen
Eitt skal Óli Jacobsen tó eiga, og tað er, at neyvan hevur nakar fakfelagsleiðari dugað betur at sogið stuðul til reiðararnar úr landskassanum enn hann.
Vit eru í dag vitni til, at hann hevur fingið borgarligu samgonguna, har hann sjálvsagt er limur í, at leggja fyri tingið uppskot um skattalætta til sjómenn.
Eg havi sagt tað áður og skal endurtaka tað her, at eg unni væl sjómonnunum og kanska einamest fiskimonnunum skattalætta, men samstundis vil eg berjast fyri, at limir okkara eisini fáa skattalætta, tí munur eigur ikki at verða gjørdur á løntakarunum.
At hetta uppskot til skattalætta til sjómenn er ein fjaldur stuðul til reiðararnar, er tað helst bert Óli Jacobsen, sum enn ikki hevur fatað.
Avleiðingarna av hesum fjalda stuðuli kunnu vit m.a. lesa um í frágreiðingini hjá ?Det rådgivende udvalg? frá november 1997, og eisini í greinini hjá Kjartan Hoydal í Dimmalætting herfyri.
Formaðurin fyri reiðarafelagið hevur nú eisini alment sagt, at hann væntar at sokallaði skattalættin fer at føra við sær, at hýrurnar skulu niður.
Hyggja vit tó nærri at, hvat prísurin er fyri hendan háttin at royna at skapa skattalætta fyri sjómenn (ella rættari stuðul til reiðararnar), so síggja vit, at fakfelagsleiðarin Óli Jacobsen er í samgongu, og tykist í dag fult út at stuðla hugmyndaligu sjónarmiðunum hjá m.ø. Óla Breckmann løgtingslimi fyri Fólkaflokkin.
Vit, sum undrandi sita og skoða henda leik hjá formanninum í Fiskimannafelagnum, kunnu bert ásanna, at Óli Jacobsen nú stuðlar tí plitikara, sum hann gjøgnum so at siga øll 1980-árini brúkti stórar part av sínari tíð at leggja undir at umboða tað mest ódámliga í politikki yvirhøvur, og í blaðgreinum sínum samanbar hann Óla Breckmann við teir mest óhugnaligu politikararnar í Týsklandi í 1930-árunum.
Hvat vísir hendan gongd so okkum føroyingum og serliga limunum í Fiskimannafelagnum?
Jú, í besta føri vísir tað okkum, at Óli Jacobsn vendir sum vindurin blæsur, og sum tann opportunistur hann er, fylgir tí ráki, sum tænir honum best, uttan at skeita til hugsjónir av nøkrum slag.
Hin møguleikin er, at skriving hansara í 1980-unum bert hevur verið eitt skálkaskjól, og at hann alla tíðina hevur verið líka so reaktionerur, sum tann sami Óli Breckmann, sum hann í blaðgreinum sínum hartaði.
Báðir møguleikar eru í veruleikanum líka ódámligir, tí hvussu kann ein lítla á ein persón, sum altíð fylgir tí ráki, sum tænir ersónligu áhugamálum hansara best, uttan at hava nakrar hugsjónir yvirhøvur, ella sum, fyri at tekkjast limum sínum ella veljaranum, skrivar blaðgreinir, har hann kritiserar ein politikk, sum hann í veruleikanum tekur undir við.
Persónforfylgjarin
Óli Jacobsen
Ein kann seta sær tann spurning, um Óli Jacobsen hevur tørv á altíð at hava ein ella annan persón, sum hann í blaðgreinum skal spilla út og forfylgja.
Vit minnast øll, hvussu hann í 1960-árunum skrivaði um táverandi formannin í Føroya Fiskimannafelag.
Hendan blaðskriving var av slíkum slag, at tey flestu av okkum mundu øtast, men endamálið var greitt ? aftur persónligar ambitiónir ? og Óli Jacobsen røkk málinum, sum hann hevði sett sær, uttan at hugsa um persónligu avleiðingarnar av skriving sínari.
Í 1970-árunum var tað, sum nevnt frammanfyri, Óli Breckmann og Fólkaflokkurin, sum stóðu fyri skotum, men tá tað so tænir Óla Jacobsen betur, ja so fer hann í samgongu við hesum sama persóni og flokki hansara.
Í 1980-árunum var tað serliga Atli Dam og Kjartan Hoydal, sum fingu toyggi frá Óla Jacobsen.
Í 1990-árunum hevur tað so serliga verið undirritaða, og eisini eitt skifti danski forsætismálaráðharrin, sum herferðin varð vend ímóti.
Slík framferð, sum tann sum Óli Jacobsen hevur víst móti sínum ímyndaðu fíggindum, er ring at skilja, men at maðurin hevur ringt við at stýra sær, sást gott dømi um í tinginum herfyri, har hann rópti og geylaði fyri opnari mikrofon, meðan hann í illsinni rann úr tingsalinum.
Hóast slík framferð, sum tann Óli Jacobsen vísti í tinginum, kann sigast at vera óvanlig, fyri ikki at taka munnin ov fullan, so lýsir tað kanska væl lyndi hansara, og so skilir ein eisini betur framferð hansara móti teimum til eina og hvørja tíð verandi ímyndaðu fíggindum hansara.
Tórshavn 18.12.1997
Ingerborg Vinther