Óli Mittún hevur skotið 355 mál í 43 ungdómslandsdystum

Óli Mittún hevur ófatuliga góð hagtøl í dystunum fyri tey føroysku ungdómslandsliðini

Óli Mittún skoraði heili 76 mál í hesum U20 EM-endaspælinum. Tað gjørdi hann í átta dystum.

 

Ásbjørn N. Nattestad sum fylgir føroyskum hondbólti sera tætt hevur funnið fram til tey ótrúligu hagtølini hjá Óla Mittún, tá hann hevur spælt fyri U20, U19 og U18-landsliðið.

 

Ásbjørn skrivar á Hondbóltstjaki á Facebook: - Óli hevur skorað 104 mál fyri U20-landsliðið. Óli er einasti leikarin, sum hevur skorað 100 mál ella fleiri fyri eitt ungdómslandslið, og tað hevur hann megnað fyri bæði U18 og U19-landsliðið. Óli hevur samanlagt skotið 355 mál í 43 dystum fyri U18, U19 og U20 landsliðini. Skrivar Ásbjørn.

 

Óli hevur sostatt í 43 ungdómslandsdystum skotið 8,25 mál pr. dyst. Heilt ótrúlig hagtøl. 

 

Tíverri er líkt til, at hondbóltsheimurin ikki fær høvið til at uppliva Óla til U21 endaspælið komandi summar. Hansara hagtøl áttu at verið nóg mikil orsøk til, at Føroyar fingu eitt Wild-Card til endaspælið. Vit kunnu bara liva í vónini.