Óli og Sävehof leiktu javnt móti oddaliðnum

Sävehof gjørdist fyrsta liðið at taka stig frá Kristianstad hetta kappingarárið

Sävehof hevur nú ikki tapt í átta teimum seinastu dystunum í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Í kvøld var toppfundur, tá Sävehof á heimavølli í Sävehof tók móti oddaliðnum, Kristianstad sum hevði fult stigatal undan dystinum.

 

Sävehof gjørdist fyrsta liðið hetta kappingarárið at taka stig frá Kristianstad. Dysturin endaði við javnleiki 28-28. Í steðginum var støðan javnleikur 14-14.

 

Sävehof átti seinasta álopið í dystinum, men tað eydnaðist tíverri ikki at knógva ein 29-28 sigur heim. 

 

Óli Mittún skoraði trý mál fyri Sävehof í kvøld. 

 

Sävehof er nummar tvey í deildini við 17 stigum. Fremst er Kristianstad við 21 stigum av 22 møguligum.

 

Komandi mánakvøld tekur Sävehof móti Hammarby í seinnu fjórðingsfinaluni í steypakappingini. Sävehof er aftanfyri 34-40 frá fyrra dystinum í Stokkhólmi, og má vinna við sjey málum fyri at vinna seg víðari í kappingini.