Óli og Sävehof taptu fyrru fjórðingsfinaluna í steypakappingini

Sävehof skoraði 34 mál, men fekk heili 40 mál ímóti sær

Tað fer at krevja nakað av Óla Mittún og liðfeløgunum í Sävehof at vinna seg í hálvfinalurnar í svensku steypakappingini.

 

Sävehof tapti í dag fyrru fjórðingsfinaluna móti Hammarby á útivølli í Stokkhólmi.

 

Hammarby vann 40-34. Í steðginum var Sävehof annars á odda 20-19, men tað gekk av skriðuni í seinna hálvleiki. 

 

Seinna hálvfinalan verður leikt í Partille 21. november, og tá má Sävehof vinna við sjey málum fyri at vinna seg víðari í kappingini.

 

Óli skoraði fýra mál fyri Sävehof í dag.

 

Komandi mikukvøld klokkan 18 spælir Sävehof, ið er nummar tvey í bestu svensku hondbóltsdeildini móti Kristianstad, ið er oddalið í deildini.