Óli Mittún og liðfelagarnir í GOG spældu tíðliga í kvøld dyst á útivølli í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Í Gråkjær Arena høllini í Holstebro eydnaðist tað GOG at vinna 35-29 á Holstebro. Í steðginum var GOG á odda 21-16.
Tað lá væl fyri hjá Óla í kvøld, ið skoraði átta mál upp á átta málroyndir. Harumframt legði Óli upp til fimm mál (assist), og hann vann eisini liðnum eitt brotskast. Hjalte Lykke var við níggju málum toppskjútti hjá GOG, men hann brúkti 12 málroyndir til tey níggju málini, og hann legði upp til trý mál.
GOG er næstfremst í deildini við 20 stigum. Mors hevur eisini 20 stig, men verri málúrtøku enn GOG. Aalborg er langt fremst við 30 stigum.
Ígjár vunnu Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg-Aarhus á útivølli 32-20 (14-14) á Grindsted.
Jóhan skoraði sjey mál upp á 10 málroyndir, og var næstbesti málskjúttin hjá Skanderborg-Aarhus saman við Emil Lærke. Andreas Søgaard var við átta málum toppskjútti hjá Skanderborg-Aarhus.
Skanderborg-Aarhus er fjórðfremst í deildini við 18 stigum.











