Óli skoraði og legði upp til 15 mál móti favorittunum

Tað stendur á jøvnum 1-1 í hálvfinaluuppgerðini móti Ystad

Óli Mittún vísti stórform, tá hann og Ísak Vedelsbøl og hinir liðfelagarnir í Sävehof spældu aðru hálvfinaluna í endaspælinum í bestu svensku hondbóltsdeildini í kvøld.

 

Á heimavølli í Partille spældi Sävehof móti meistaraskapsfavorittunum og grundspælsvinnarunum, Ystad. Sävehof vann greiðan 35-28 sigur. Í steðginum var javnleikur 16-16. Í seinna hálvleiki dróg heimaliðið frá og fekk eina 30-23 leiðslu. Eftir tað helt føroyingaliðið munin.

 

Óli skoraði 10 mál upp á 11 málroyndir, og hann legði eisini upp til fimm mál (assist). Óli var greiður toppskjútti, og hann var eisini sambært hagtølunum tann mest effektivi leikarin.

 

Støðan í hálvfinaluuppgerðini er nú javnleikur 1-1. Skírisdag klokkan 18 spæla liðini triðu hálvfinaluna í Ystad.