Olja steðgaði ferðsluni í hálvan annan tíma

Tað var ein lastbilur, sum hevði likið olju, tá ein hydraulikkslanga var farin

 

 

Hjá løgregluni hevur onkuntíð verið meira at gera enn seinasta samdøgrið, men løgreglan er ongantíð arbeiðsleys.

 

Í gjár klokkan 10.20 kom ein fráboðan um, at olja var likin á vegin í Hoyvík. Tað var ein lastbilur, sum hevði likið olju, tá ein hydraulikkslanga var farin.

 

Sum skilst, gjørdust bíðirøðirnar í Hoyvík, har oljan var likin, langar, tá neyðugt varð at steingja vegin, meðan oljan varð vaskað burtur.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at eftir hálvum øðrum tíma varð øll oljan burtur, og vegurin var opin aftur.

 

Seinasta samdøgrið hevur løgreglan annars hjálpt nøkrum rúsaðum fólkum, sum ikki kláraðu seg sjálvi. 

 

Náttin hevur eisini verið friðarlig, men løgreglan hevur verið til steðar í býnum.

 

- Einki mál er skrivað úr býarlívinum. Onkur fullur varð hjálptur til hús gjøgnum náttina, visti vaktleiðarin at siga í morgun.