2. útbjóðing
Tað var landsstýrismaðurin i oljumálum, Bjarni Djurholm, sum fekk heiðurin at lata altjóða oljufeløgum loyvini at leita eftir olju og gassi á føroyska landgrunninum undir eini samkomu á Hotel Føroyum mánadagin. Latin vórðu sjey loyvi til átta oljufeløg.
Bjarni Djurholm legði fyri við at minna á, at tað eru júst fýra ár síðani, at skjøtil varð settur á eina nýggja tíð fyri føroyskan handil og ídnað, nevniliga tá sjey leitiloyvi í fyrstu útbjóðingini á føroyskum øki gjørdist veruleiki.
-Nú verður tosað um eitt nýt stig, eitt nú lop. Endamálið við at lata upp fyri enn eini útbjóðing hevur verið at skapa eitt støði fyri framhaldandi leitivirksemi á føroyska landgrunninum við tí endamáli at finna lønandi oljukeldur í undirgrundini.
Við arbeiðsskráunum, sum eru samtyktar fyri tey sjey loyvini haldi eg vit hava rokkið okkara endamáli. Hóat ongir brunnar eru við í hesum loyvunum í fyrstu atløgu, so er ætlanin at menna økið. Seinni skulu loyvishavararnir gera av, um teir vilja bora brunnar, og tann avgerðin fer vónandi at hava við sær at funnin verða lønandi oljufund.
Bjarni Djurholm vísti á, at tað tíverri ikki hevði verið gjørligt at liva upp til øll ynskini um níggju loyvini, einsvæl og feløgini í einstøkum førum hava søkt um somu teigar.
Hann segði annars, at loyvini, sum verða latin, eru í samljóð við tær reglur og treytir, sum Oljufyrisitingin hevur sett út í kortið og sum galdandi lóg fyrisetur.
Landsstýrismaðurin helt fram og segði, at síðani løgtingið í 1993 samtykti eina kolvetnislóg fyri føroyska landgrunnin hevur verið gjørt av, at virksemi í sambandi við leiting skal verða í Føroyum.
Og eins og við tí fyrstu runduni, so er ásett oljufeløgunum, at tey vísa vilja til at samstarva við føroyingar og føroyska handilsvinnu. Endamálið við hesum samstarvi millum tey og tann lokala ídnaðin, er at halda fram við at menna føroyska ídnað. Umframt at kunna fáa ágóðan av hesum, so fer okkara handilslív eisini at eggja til nýggjar avbjóðingar.
Bjarni Djurholm legði aftrat, at samskiftið millum føroyskar myndugleikar og oljufeløgini hevur verið sera gott. ?Tað er mín vón, at hetta góða samstarv fer at halda fram í framtíðini.
-Eg havi sagt tað fleiri ferðir, at vónirnar til oljuleiting við Føroyar hava verið ov bjartskygdar. Kortini haldi eg, at oljuleitingin og virksemi í kjalarvørrinumá henni eru vorðin ein náttúrligur partur av bæði handilslívinum og hjá manninum á gøtuni. Tað er vorðið til ein náttúrligan part av áhuga og vónum. Avbjóðingin verður sjálvandi, hvussu vit megna at stýra okkara vónum, tá eitt oljufund er gjørt. Kortini eri eg sannførdur um, at saman kunnu vit tryggja, at ein framtíðar oljuframleiðsla fer at koma øllum samfelagnum til góða, oljufeløgunum og øllum øðrum pørtum.
Eg fari at brúka hetta høvið til at takka tykkum og ynskja tykkum tillukku við loyvunum og eg fari at ynskja teimum nýggju oljufeløgunum vælkomnum til Føroyar.