Fíggjarkreppan herjar framvegis um heimin og er eisini farin at merkjast um okkara leiðir. Her hugsa vit ikki minst um syrgiligu avleiðingarnar hon hevur á grannatjóð okkara Ísland. Vit kunnu staðfesta, at avleiðingarnar av kreppuni raka hart, og hóast vit í Føroyum enn ikki merkja eins nógv til avleiðingarnar enn, so kenna vit hugtakið ”ringar í vatninum”. Nær fær teir at røkka okkara klettum – ella fara teir! Og tá og um teir gera tað av álvara, hvussu hart fara teir tá at raka! Longu nú kunnu vit tó staðfesta, at fólk, feløg og fyritøkur hava mist nógvar pengar, nú partabrøv sum heild eru lækkað so nógv í virði. Danir hava mist fyri umleið 300 milliardir kr. í partabrøvum, síðani henda fíggjarkreppan fór at gera um seg. Áhugavert at vita, hvussu hesi tølini síggja út fyri føroyingar. Vit hava tó hoyrt landsbankan stjóran siga, at kreppan hevur ikki rakt tær almennu Føroyar nakað serligt. Bjargingarpakkar bæði í danska kongaríkinum og í EU eins og í USA hava so byrgt upp fyri, at bankarnir fara á heysin, og at borgararnir missa sítt innistandandi. Komandi tíðina fara vit helst at hoyra meira um, hvussu stendur til í privata vinnulívinum her heima, sum eitt nú er fíggjað við íslendskum lánum og rakstrarkreditti. Og her ikki minst teimum føroysku fyritøkunum, sum meira ella minni eru uppkeyptar av íslendskum kapitaliseinastu árini.
Hvussu og ikki so eiga vit ikki at gloyma støðuna hjá okkara høvuðsvinnu. Vit hava sæð, hvussu hart hækkandi oljuprísir og minkandi fiskiskapur hava rakt partar av hesi vinnu. Vit hoyra eisini framvegis fiskifrøðingar, sum ávara um alt ov hart trýst á fleiri av stovnunum. So um vit ikki hava eina fíggjarkreppu eins og onnur lond, so eiga vit ikki at gloyma, at vit hava ella rættari kunnu fáa eina álvarssama kreppu, um og tá reyðu ávaringarlampurnar, sum fiskifrøðin hevur víst á, fara at blunka av álvara.
Hendir tað, at inntøkurnar frá fiskivinnuni, fara at minka álvarsliga, so hava vit kanska ein nógv størri trupulleika enn fíggjarkreppuna. Vit mugu tí seta okkara álit á, at bæði vinna og myndugleikar bera seg skynsamiliga at. Og her mugu vit eisini seta álitið á alternativar vinnur og tilfeingi. Alivinnan er ein slík. Og oljuvinnan kundi verið ein onnur. Finna vit olju í undirgrundini í komandi ári ella so, tá kann hetta fáa stóran týdning fyri samfelagið, tí tá tola vit betri eina minking í fiskivinnuni. So hvat vit enn halda um møguligu oljuna í undirgrundini, so hevði hon verið kærkomin í næstu framtíð bæði sum nýggj alternativ vinna men eisini sum eitt tilfeingi, ið ger, at Føroyar verða hægri rataðar á altjóða fíggjarmarknaðunum. Vit eiga tí at fylgja komandi boringum eftir kolvetni við stórum áhuga, tó at vit ikki eiga at kalkulera við hesum fyrr enn vit hava funnið nakað.