Oljufeløg eiga at brúka føroyskan ídnað Útlendsk oljufeløg eiga at brúka føroyskan ídnað

Fleiri av oljufeløgunum, sum hava søkt um lisens við Føroyar, hava kunnleika um føroyskar fyritøkur í oljuhøpi, og summi hava longu havt samband við fyritøkurnar. Men við givnu loyvunum verður tað knappliga álvara, bæði hjá oljufeløgunum og hjá føroysku fyritøkunum, og tí heldur Menningarstovan, sum skipar fyri føroysku luttøkuni á ONS, at tað ræður um at vera sjónligur og smidligur. Hann heldur eisini, at oljufeløgini, sum fáa loyvi, eiga at brúka høvið á ONS at koma í samband við føroyskt vinnulív

Í døgunum 22. til 25. august 2000 verður stóra frálandavinnuframsýningin ONS 2000 hildin í Stavanger. Tær báðar frálandavinnuframsýningarnar, ið serliga venda sær til oljuvinnuna Ì Norðsjónum, Offshore Europe og ONS (Offshore Northern Seas) verða hildnar annaðhvørt ár í Aberdeen og annaðhvørt ár í Stavanger.


Í ár fara 24 føroyskar fyritøkur og fyritøkusamstørv at bjóða seg fram á ONS 2000, nevniliga:


Atlantic Airways í Vágum

Atlantic Supply Base í Runavík

Atlanticon í Tórshavn

Eimskip í Føroyum í Tórshavn

El-Service á Skála

Faroe Base Support Services í Tórshavn

Faroe Ship í Tórshavn

Farpack í Tórshavn

Føroya Oljurágeving í Fuglafirði

Føroya Tele í Tórshavn

Injector International í Vági

KJ-Hydraulik í Fuglafirði

Leif Mohr í Tórshavn

Norserv Drelnes á Tvøroyri

Poul Hansen í Tórshavn

Poul Michelsen í Tórshavn

Smyril Line í Tórshavn

Thor í Hósvík

Tor Shipping í Tórshavn

Tórshavnar Skipasmiðja í Tórshavn

Tryggingarfelagið Føroyar í Tórshavn

Vagar Airport í Vágum

Viking Shipping í Sandavági

Vónin í Fuglafirði


Av hesum fara Atlantic Supply Base, Norserv Drelnes og Tórshavnar Skipasmiðja at hava egnan serbás á føroyska felagsbásinum.


Herumframt fara fleiri smærri fyritøkur, sum eru tiknar upp í upplýsingartilfarinum Faroe Islands Business Environment, at taka lut í framsýningini á føroyska felagsbásinum. Og sjálvsagt verður Oljumálastýrið og Vinnuhúsið við á føroyska felagsbásinum stendur í tíðindaskrivi frá Menningarstovuni.


Føroyska luttøkan á ONS 2000 er náttúrliga merkt av vinnuligu áhugamálunum og staðiligu royndunum hjá føroyskum fyritøkum at koma vinnuliga upp í oljuvinnu sum heild og serliga í føroyska økinum. Luttøkan á ONS 2000 kann fáa serligan týdning, stendur í skrivi frá Menningarstovuni, tí beint upp undir framsýningina verða loyvini frá fyrsta leitingar- og útvinningarumfari givin.


Tey oljufeløg, sum ikki fáa loyvi, fara helst at taka seg úr Føroyum, metir Menningarstovan, ið hvussu so er fyri fyrst, meðan tey oljufeløg, sum fáa loyvi, fara beinanvegin undir stak umfatandi og nágreiniligu fyrireikingarnar at byrja kostnaðarmiklar leitingar og møguligar boringar longu á sumri 2001. Partur av fyrireikingunum verður at leggja leitingar- og útvinningarvirksemið soleiðis til rættis, at føroyskt vinnulív gerst partur av hesum virksemi. Hetta er eisini sett sum treyt í útbjóðingini og í loyvunum, sum verða givin.


Fleiri av oljufeløgunum hava kunnleika um føroyskar fyritøkur í oljuhøpi, og summi hava longu havt samband við fyritøkurnar. Men við givnu loyvunum verður tað knappliga álvara, bæði hjá oljufeløgunum og hjá føroysku fyritøkunum. Tí heldur Menningarstovan, sum skipar fyri føroysku luttøkuni á ONS, at tað ræður um at vera sjónligur og smidligur. At vera sjónligur tryggjar ikki einsamalt vinnuligan part í komandi frálandavinnuni: fyritøkurnar eru tí eisini fúsar at taka nýggjar, óvanligar uppgávur upp á seg og laga seg eftir nýggjum virkistreytum.


Kjartan Kristiansen, stjóri á Menningarstovuni hevur stórar vónir til føroysku luttøkuna í ár, nettupp tí, at Oljumálastýrið og oljumálaráðharrin hava gjørt eitt so stórt arbeiði fyri at fáa lisensirnar býttar út undan framsýningini. Hann vónar eisini, at tey feløg, sum fáa loyvi fara at brúka føroysku luttøkuna á ONS sum eitt høvi til at koma í samband við føroyskan ídnað og at tryggja, at hann verður tikin við í komandi útviklingin. -Eg haldi tað er umráðandi fyri framhaldandi succes í Føroyum, at tað føroyska vinnulívið ikki kennir seg vónsvikið av oljufeløgunum, sum nú fáa loyvi. Tí vænta vit, sum fara á ONS okkum nógv burtur úr leggur Menningarstjórin aftrat.


Føroysku fyritøkurnar hava annars sett sær fyri at vera væl fyrireikaðar á ONS 2000. Sjálvar vera tær á føroyska básinum, har tær hava tilfar liggjandi frammi, sum lýsir fyritøkuna og hvat hon hevur og ætlar sær at megna. Tær hava sent kendum og møguligum samstarvsfyritøkum og oljufeløgum skriv og boðað frá, at tær vera at hitta á ONS 2000. Felagsfaldari, sum lýsir luttakandi fyritøkurnar, liggur eisini frammi saman við fyrrnevnda almenna upplýsingartilfari, Faroe Islands Business Environment, sum eisini sæst á alnótini, á HYPERLINK ms.olivant.fo. Nærri upplýsingar um ONS 2000 fáast annars á HYPERLINK www.ons.nok Thomsen), sum hevði roynt seg í fremstu donsku deildini, so tað var nakað heilt fantastiskt hjá mær, tá eg fyrstu ferð fekk dystarboð.

Tað stuttliga við tí var tað, at á skúlanum, sum eg gekk á, vóru sjálvandi hópin av næmingum, sum høvdu stóran fótbóltsáhuga.

Tosið um fótbólt gekk heitt alla tíðina, men satt at siga, so slapp eg ongantíð upp í part í hesum. Allar helst roknaðu tey ikki meg fyri nakað sum helst, eg kom jú úr einum evarska lítlum samfelag, og eg legði ongantíð í at siga teimum, at eg var farin at venja við besta liðnum hjá OB.

Tann mánadagin eftir fyrsta dystin hjá mær fyri felagið, var støðan knappliga vend á høvdinum. Nú var eg brádliga miðdepilin fyri øllum prátinum, og fleiri vóru eisini heldur foyðir, og kendu tað helst soleðis, at teir høvdu tosað uttan um skeiva persónin.

Í so máta heldur Abraham, at tað hjá sær var ein fyrimunur, at hann ongantíð legði so nógv í at boða frá, hvussu gekst við fótbóltslívinum:

- Eg haldi at nógvir at teimum leikarum, sum í dag fara aðra staðni at royna seg, melda ov kraftigt út. Hetta er viðvirkandi til at leggja eitt óneyðuga stórt trýst á teir. Eitt rýst, sum teir satt at siga sjáldan kunnu liva upp til.

Um tíðina í OB kann annars leggjast afturat, at venjarin á Fjóni tá æt Richard Møller Nielsen. Seinni gjørdist hann danskur landsliðsvenjari, og millum annað hevði Abraham høvi at heilsa upp á hann tær báðar ferðirnar, tá Føroyar royndu seg móti Danmark.


Føroyar í altjóða fótbólti

Fyrstu árini, sum Føroyar vóru á altjóða pallinum, var Abraham millum sjálvskrivaðu prikkarnar í puslispælinum hjá Páll Guðlaugssyni. Og fram til hann fyri aðru fer sleit hælsinuna, taldist hann eisini millum álitini hjá Allani Simosen.

Longu tá taldist hann eisini millum veteranarnar á liðnum, og hetta helt hann eisini merktist, tá tosað varð um landsliðið:

- Nógv fólk tosaðu um, at landsliðið í stóran mun bygdi á ov gamlar leikarar, har fleiri vóru á veg niður aftur av tindunum. Eg var sjálvur um tey tríati, og tá byrjaðu fólk longu at tosa um, at eg var vorðin ov gamal til hetta, heldur Abraham.

Hvussu var og ikki, so helt hann tó fram á landsliðnum nakað væl longur enn til dystin móti Eysturríki. Millum annað hevur hann tvær ferðir hildið føðingardag, sama dag sum landsliðið hevur spælt, so eisini í so máta man talan her vera um eitt serligt fyribrigdi.

Um menningina á landsliðnum, síðani vit fyri tíggju árum síðani fóru upp í altjóða fótbóltin, er Abraham eitt sindur ivasamur:

- Tað er eitt sindur torført at meta um, tá man hevur spælt sjálvur. At spælið nú er øðrvísi er einki at ivast í, og hetta sæst kanska best, um tú hyggur eftir videoupptøkum av fyrstu landsdystunum. Føroyska liðið er í dag nógv longur frammi á vøllinum, og størsta orsøkin til hetta er eftir mínum tykki, at venjingarstøðan er so nógv betri nú.

Í heimligu kappingini verður lagt nógv meira fyri, og vit hava eisini fleiri leikarar, sum dagliga spæla uttanalands, har teir hvønn dag venja á grasi. Alt hetta hevur sjálvandi við sær, at leikararnir eru nógv betri fyri til altjóða uppgávurnar, og tí betri eru førir fyri at renna eftir mótstøðumonnunum og sjálvandi eisini at halda bóltinum, tá vit endiliga hava fingið fatur á honum. Hinvegin haldi eg ikki, at talan í dag er um, at vit hava so nógv betri fótbóltsleikarar, enn vit høvdu fyri tíggju árum síðani.

Sjálvandi er ein framgongd, men henda verður ongantíð somikið stór, at vit nakrantíð verða roknaðir sum annað enn ein pinkutjóð í hesum høpi. Heimsmeistarar verða vit neyvan.


Laudrup var fantastiskur

Flestum kunnugt skal A-landslið okkara í kvøld royna seg móti dønum.

Hóast hetta er fyrstu ferð, at danir eru í Føroyum og spæla, er hetta ikki fyrstu ferð, at føroyska og danska A-landsliðið skulu dystast. Abraham var sjálvur við, bæði í Ítróttaparkini og í Landskrona, og vit spurdu hann sjálvandi, hvat hann serliga mintist úr hesum dystum:

Dystin í Parkini minnist eg serliga væl. Talan var jú um nakað heilt serligt fyri okkara viðkomandi, so í sjálvum sær var hetta ein risa uppliving.

Tað sum eg minnist best um dystin, er at Michael Laudrup var okkum ein sonn marra. Undan dystinum høvdu vit avrátt, at vit skuldu ikki mansverja hann, men heldur skuldi nærmasti maður taka hann, tá danir fóru í álop.

Trupulleikin var bara tann, at vit ongantíð fingu fatur á honum. Eg kann annars leggja afturat, at Michael Laudrup altíð hevur verið ein leikari, sum eg havi sæð nógv upp til, og at sleppa at spæla móti honum, júst um hetta mundi var heilt ótrúligt. Hann taldist tá millum teir allarbestu leikararnar í Europa, og tú kanst eisini hyggja eftir, hvussu nógv hann hevur vunnið saman við størstu feløgunum í heimspartinum. Hóast tapið, so haldi eg so avgjørt, at vit fingu eitt heiðurligt úrslit í tí dystinum, og eisini hetta haldi eg vera vert at minnast.

Tá Føroyar á heimavøllinum í Landskrona skuldu royna seg móti Danmark, var eingin Laudrup á danska liðnum. Eftir tapi fyri Jugoslavi á heimavølli boðaðu báðir brøðurnir frá, at teir ikki longur vóru til taks í so máta. Tí varð talan eisini um ein heilt øðrvísi dyst enn tann í Parkini, og minnini hjá Abraham um hendan dystin eru heldur ikki tey somu:

- Eg minnist tann dystin av einari orsøk, og tað er John Faxe Jensen. Hann hevði tá yvirtikið miðvallarsessin hjá Michael Laudrup, men dygdirnar hjá teimum vóru ymiskar. Tað, sum eg minnist best um dystin, er, at eg miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk ein frammaná.

Ikki tí. Okkara spæl var kanska heldur ikki av tí reinasta, tí vit offraðu okkum so sanniliga eisini, og talan var í fleiri førum um óreinar takklingar frá okkara síðu. Í okkara føri var tað tó meira av armóð, og eg haldi ikki, at tað skuldi verið neyðugt hjá einum liði, sum var fleiri flokkar omanfyri okkum, at gera nýtslu av sovorðnum snildum.


Góð minni

Um tíðarskeiðið á landsliðnum, og um fótbóltsleið sína sum heild, heldur Abraham, at talan allar mest hevur verið um góð minni:

- Sjálvandi hevur talan onkuntíð verið um skakandi hendingar inni á vøllinum, har onkur mótstøðumaður er farin langt út um mark - eins og eg sjálvur onkuntíð havi gjørt tað.

Samanlagt hevur talan tó nærum bert verið um góð minni, og hetta sæst kanska best aftur í tí, sum eg segði í byrjanini av samrøðu okkara. Eg klári slettis ikki at lata vera við at spæla, millum annað tí fótbólturin hevur givið mær somikið nógv.


Dysturin í kvøld

Landsdystur er í kvøld, og vit spurdu eisini at enda Abraham, hvørjar vónir hann hevði um dystin, og hvat hann heldur skal til, um Føroyar skulu fáa eitt gott úrslit í kvøld:

- Eg veit ikki akkurát, hvørjar vónir ein kann hava um sjálvt úrslitið. Eg vil heldur venda tí soleiðis, at um danir ikki vísa meira, enn teir gjørdu undir EM, samstundis sum okkara menn spæla optimalt, so eru fortreytirnar fyri einum góðum úrslitið til staðar.

Størsti vandin er helst, at talan hjá teimum er um eitt nýtt venjarapar, og tað kann hugsast, at spælararnir veruliga ætla at spíla seg út, til tess at prógva, at teir eisini skulu vera við framyvir. Um so verður, kann talan lættliga gerast um eitt minni hugnaligt kvøld fyri okkara viðkomandi.

Og verður tú so eisini millum áskoðararnar til dystin í kvøld?

Ja! Eg havi langt síðani keypt okkum atgongumerki, sigur Abraham at enda.