Alt bendir á, at árið í ár verðutr metár, tá tað snýr seg um dálking hjá feløgunum, sum reka oljuvinnu á norska landgrunninum.
Sambært myndugleikunum mistu feløgini 1050 rúmmetrar av olju og kemiskum evnum út í havið teir fyrstu seks mánaðarnar í ár, og tað var tvær ferðir meiri enn alt árið í fjør. Tá mistu tey 516 rúmmetrar. Út frá hesum rokna myndugleikarnir við, at feløgini hava ongantíð dálkað so illa sum í ár. Tað gamla metið er frá 1999, tá oljufeløgini mistu 1121 rúmmetrar av olju og kemiskum evnum út í havið.
Oljufeløgini á norska landgrunninum hava annars givið myndugleikunum lyfti um, at aftan á 2005 fara tey ikki at dálka havumhvørvið. Men kunningarstjórin hjá Shell í Noregi, Einar Knudsen, sigur við NTB, at tað ber ikki til at tryggja seg ímóti slíkari dálking.