Oljuleiting
Í leiðsluni í danska oljufelagnum DONG eru tey ikki í iva um, at tey hava valt rætt, nú felagið er við í fleiri loyvum og brunnum á Atlantsmótinum, her serstakliga millum Føroyar og Hetland. Felagið hevur gjørt sær greitt, at tað vil brúka nógvar av sínum íløgumilliónum aftrat í hesum økinum, væl vitandi at talan er um eitt váðiligt .øki men samtíðis eitt nýtt og lítið kent øki, sum kann goyma stórar olju- og gassgoymslur.
Ta greiðu fatanina fáa vit tá vit hitta tveir av oddamonnunum hjá Dong, Søren Gath Hansen, leitistjóra og Jan Terje Edvardsen, sum stendur á odda fyri jarðfrøðiligu kanningunum hjá felagnum í eitt nú Føroyaøkinum. Jan Terje, sum hevur starvast hjá Dong í umleið 15 ár, hevur seinastu 10 árini tikist við at tulka seismikk av føroyaøkinum, og fer hann mikukvøldið at halda fyrilestur á Oljutinginum, sum hevur aðalfund. Tá fer hann at greiða frá virkseminum hjá felagnum um okkara leiðir og hví felagið heldur stórar møguleikar liggja fjaldar í undirgrundini.
Vit venda okkum til stjóra hansara, Søren Gath Hansen, sum umframt Atlantsmótið eisini stendur fyri leiting á nógvum øðrum leiðum, har Dong er virkið. Vit spurdu hann, hvussu tað ber til, at eitt felag sum Dong leggur seg eftir einum øki sum hesum, har fá fund eru gjørd, meðan tað nógva aðrastaðni í heiminum er bæði bíligari og lættari at fáa fatur í olju?
-Vit halda, at økið millum Føroyar og Hetland er áhugavert, og vit hava valt tað út at vera eitt av okkara framtíðar leitiøkjum. Tað er partur av norðurøkjunum, sum vit hava valt út og sum vit hava brúkt nógva orku uppá at skilja og vit hava fingið nógva vitan um jarðfrøðina. Vit halda so eisini, at tað er eitt trygt øki politiskt, og tað er ein fyrimunur í mun til mong onnur øki.
-Men tað eru stór feløg, sum hava tikið seg úr og framvegis taka seg úr økinum. Tit eru smáir og kann tað tykjast eitt sindur ólogiskt, at tit leggja so stóra orku at vera verandi?
-Tað er so, at fleiri stór oljufeløg leggja seg eftir økjum, har tað eru møguleikar at gera heilt stór fund. Tey mugu økja um sínar goymslur. Síðani koma feløg sum okkara, ið ikki júst hava tørv á at gera so stór fund. Og økið millum Hetland og Føroyar hóskar væl til okkara pengapung og tann váða vit kunnu klára.
Nær væntar Søren Gath Hansen, at Føroyar eru eitt oljuframleiðandi land?
-Tað er sjálvandi ringt at svara, men innan fyri næstu 10 árini vil eg skjóta upp.
-Nú eru tit so við í trimum brunnum við markið. Hvussu stórur er møguleikin fyri at gera fund?
-Vit halda, at møguleikin er stórur, sjálvt um stórur váði eisini er. Men verður eitt fund gjørt hinumegin markið í ár, so kann tað eisini fáa týdning fyri Føroyaøkið.
Dong er við við einum rímuliga stórum parti í teimum trimum brunnum við upp til 20%. Felagið vil á henda hátt spjaða sín váða yvir eitt breiðari øki heldur enn at seta alt uppá spæl í einum avmarkaðum øki. Serliga tá økið er so nýtt og óroynt, halda vit, at tað er týdningarmikið at vera við so nógva staðni sum til ber.
Sum skilst arbeiðir Dong í løtuni við at farma inn ella keypa seg inn í uppaftur fleiri loyvi á Atlantsmótinum.
Hóast Dong hevur bundið seg til fleiri nýggj leitiøki á Atlatnsmótinum, so útilokar Søren Gath Hansen ikki, at teir ikki eisini fara at vera við í aðru útbjóðing við Føroyar.
Nær síggja vit Dong sum fyristøðufelag á Atlantsmótinum?
-Tað ganga nokk nøkur ár. Vit eru sera væl nøgdir við støðuna sum hon er í løtuni, har vit eru við í fleiri loyvum við einum avmarkaðum parti. Skulu vit til at standa fyri eini boring, so má okkara partur í einum loyvi vera nógv størri, og tað er ikki partur av okkara strategi í løtuni. Men hvat framtíðin hevur at bjóða uppá er so nakað annað.
Dong er í dag saman við Amerada Hess, BG og Atlants Kolvetni. Felagið hevur sum er ongar ætlanir at lata upp egna skrivstovu, men so skjótt talan blívur um at byggja eitt oljufelt út og tá Dong sjálvt verður fyristøðufelag, kann tað koma uppá tal.
Nógvar føroyingar í arbeiði
Dong hevur annars havt nógvar føroyingar í arbeiði gjøgnum árini. Tá ein skipan við at venja upp fólk til oljuvinnuna var í gongd í 90-unum tók Dong fleiri føroyingar inn at arbeiða har. ?Vit hava sera góð viðurskifti við føroyingar, bæði arbeiðsliga og menniskjansliga og her arbeiða framvegis fleiri føroyingar.
Dong hevur annars brúkt einar 200 mill. kr. til sítt virksemi tvs. kanningar og loyvi á Atlantsmótinum seinastu 10 árini.
Felagið hevur nøkur fólk sum burturav taka sær av kanningum á Føroyaøkinum og vísir tað seg, at menningin av seismisku tøknini kann koma leitingini við Føroyar til góða. Dong hevur eisini leitiloyvi í norskum øki og hevur eisini eitt dótturfelag, sum arbeiðir í Grønlandi.
Felagið er so eisini við í norsku 18. rundu og tí 22. rundu í bretskum øki. Søren Gath Hansen sigur, at áhugin fyri hesum rundum kann eisini hava týdning fyri komandi føroysku 2. runduni, her serliga tí bretsku. Stórt leitivirksemi við markið kann koma at smitta av yvir á føroyska økið.
Dong arbeiðir saman við nógvum ymsum feløgum á Atlantsmótinum og fer at halda fram við tí. ?Vit hava sum so ikki nakrar serliga favorittar, men royna at fáa sum mest burtur úr teimum ymsu samstørvunum. Tað hevur annars víst seg, at Dong hevur knýtt tætt samstarv við feløg sum Statoil og ChevronTexaco, ið tykjast at vera millum tey stóru oljufeløgini, ið ætla sær at fáa fótin fastan á Atlantsmótinum.
Nógv verður annars gjørt burtur úr í Danmark í sambandi við ynski um at privatisera Dong. Stjórnin hevur gjørt av leggja uppskot fyri fólkatingið at privatisera Dong. Ein frágreiðing kemur í næstum.