Herfyri var oljuráðstevna í London, har eitt nú stjórin í UKOOA, James May setti oljuleiting kring Bretland á dagskránna. Sosialurin hitti mannin og spurdu vit hann, hvørjar vónir oljuídnaðurin í Bretlandi hevur til framtíðina hjá Atlantsmótinum tvs. økjunum millum Hetland og Føroyar.
- Eg haldi, at stóru vónirnar, sum komu í kjalarvørrinum á teimum stóru oljufundunum í 90-unum, tá eitt nú 17. útbjóðing gav so nógvar nýggjar leitimøguleikar, gjørdust eitt vónbrot. Men tað eru framvegis fleiri oljufeløg, sum varðveita trúnna uppá, at meiri olja finst í undirgrundini har, og at hon verður funnin fyrr ella seinni. Vit vita longu, at har er bæði gass og olja, men tað fer at taka longri tíð at finna meira, tað fer at kosta meira og feløgini koma at binda seg til fleiri brunnar.
Tað var tann tíð, tá tosað varð um Atlantsmótið sum tann nýggja Norðsjógvin. James May heldur ikki, at hetta hugtakið, nú úrslitini hava verið í lakara lagi, er farið í søguna, men tað hevur ikki sama týdning longur. Fyri 5-10 árum síðani var tað beint øvugt, tí bæði Foinaven og Schiehallion fundini skaptu stórt bjartskygni.
James May ásannar, at hóast áhugin enn er til steðar, so eru fleiri oljufeløg farin aðrastaðni at brúka sínar pengar, men tað eru so eisini komin nýggj feløg inn í økið. ? Tað skal bara gerast eitt ella tvey fund fyri at fáa áhugan at vaksa aftur.
James May eins og allir aðrir bretar í oljuvinnuni fylgja við spenningi gongdini á Atlantsmótin-um, har ein boring hjá ChevronTexaco stendur fremst á skránni.
Stjórin í UKOOA vísir annars á, at tað gongur væl hjá BP, sum er fyristøðufelag fyri tey bæði framleiðandi feltini á Atlantsmótinum, Foinaven og Schiehallion. Bæði feltini framleiða væl og arbeitt verður nú við at byggja út ein part av risa-stóra Clairfeltinum, sum byrjar framleiðslu um eitt ella tvey ár. Annars er uppá tal at fara undir at útbyggja enn eitt felt, Suilven, sum liggur í sama umhvørvi og ikki langt frá føroyska markinum.
So skjótt sum Clair fer at framleiða olju verður talan um at byggja upp ein infrastruktur í økinum við rørleiðingum til lands, helst til Sullom Voe í fyrstu atløgu. Ein infrastrukturur kann fáa sera stóran týdning fyri menningina av økinum.
Hóast tað eru boraðir einir 200 brunnar tilsamans á Atlantsmótinum so heldur James May kortini, at tað sama hevur eisini verið galdandi fyri at skilja jarðfrøðina í øðrum nýggjum økjum sum eitt nú Norðsjógvin ol. Enn er man so ikki komin á mál at skilja jarðfrøðina í øllum hesum stóra økinum millum Hetland og Føroyar.
- Tað eru helst tí bæði einstaklingar og oljufeløg, sum framvegis trúgva uppá, at tað ber til at gera stór olju og gassfund í økinum, men tað fer bara at taka longri tíð.
Tað er greitt, at bretar, sum hava tilknýti til oljuvinnuna, hyggja eisini at hvussu gongur við Føroyar. James May sigur, at verður eitt fund gjørt á føroyskum øki í ár ella næsta ár, so fer tað heilt givið at hava sera positiva ávirkan á leitingina á bretskum øki eisini. Tað kann koma at seta alt økið í nýtt fokus.
Upp fyrispurning um tað verða nýggjar leitirundur á bretskum øki á Atlantsmótinum í næstu framtíð sigur James May, at tað er greitt, at tað í framtíðini fara at koma útbjóðingar á Atlantsmótinum. Tað er tað hann veit frá DTI, sum stendur fyri útbjóðing.