Seinastu vikuna eru prísirnir á bensini og olju fleiri ferðir lækkaðir, og tað gjørdu teir eisini í dag.
Bæði Magn og Effo selja nú blýfrítt bensin fyri 10,70 krónur liturin.
Hjá Effo kostar diesel í dag 9,78 krónur liturin og hjá Magn 9,68 krónur liturin.
Bæði feløg taka 8.050 krónur fyri 1000 litrar av húsarhaldsolju.