PRÌSGONGD
Kostnaðurin fyri teir 159 litrarnar av olju, sum rúmast í einari oljutunnu, er minkaður nógv, síðani kríggið í Irak brast á.
Um miðjan mars var prísurin á einari tunnu um amerikanskar dollarar á leið 35 dollarar, og hetta gav ein litur prís í Føroyum áljóðandi 4, 36 krónur fyri vanliga gasolju, íroknað Mvg og avgjald. Tað er hendan oljan, flest øll húsarhald nýta til at hita húsini.
Prísurin í skrivandi stund er 3,90 kr. Hetta svarar til eina lækking upp á 10,5%.
Tølini hava vit fingið upplýst frá Føroya Shell.
Hákun Djurhuus, stjóri fyri Føroya Shell, sigur, at ráoljuoprísurin í løtuni er 24 dollarar fyri tunnuna, og hetta merkir eina munandi lækking seinasta mánaðin.
Dollararin er heldur ikki styrknaður stórvegis nógv, og hetta gevur tískil ein lægri prís til føroyingar til at hita húsini.
Verandi prísstøðið er rímiliga stabilt, sigur Hákun Djurhuus, men eingin vissa er fyri, at prísurin fer at halda verandi støði.
?Opec hevur sum ynski, at prísirnir halda seg millum 22 og 28 dollarar fyri tunnuna, sigur Hákun Djurhuus.