Felur oljuprísurin ikki í hesum mánaðinum, fer tann dýra oljan at noyða flogfeløgini at hækka prísirnar á ferðaseðlum. Tað siga stjórarnir í SAS, Norwegian og Finnair við Børsen í dag.
John Durholm, sum er virkandi stjóri í SAS, sigur við blaðið, at tað er eingin ivi um, at felagið fer at hækka prísirnar, um oljuprísurin verður verandi á sama støði sum nú ella hækkar teir næstu 14 dagarnar. Hann dugir ikki at siga, hvussu nógv prísirnir fara at hækka, men sigur, at tað verða tey, sum ferðast longst, sum noyðast at gjalda mest.
Tað sama sigur stjórin í Norwegian, Bjørn Kos, og Taneli Hassinen, stjóri í Finnair, sigur, at har bíða tey eftir, hvat kappingarneytarnir fara at gera.
Oljuprísurin er hækkaður umleið 35 prosent teir seinastu fýra mánaðirnar og liggur nú um 98 dollarar fyri tunnuna. Hann er kortini framvegis langt niðan fyri metprísin í juli í 2008, tá tunnan kostaði 148 dollarar.