Olofson má halda somu reglur sum hinir

Tað er undranarvert, sum tað hevur eydnast væl at fløkja og grugga hetta mál. Men fyri at fáa málið fram í ljósið sjónligt og skilligt fyri øllum, loyvi eg mær at koma við hesum viðmerkingum.

Tað er undranarvert, sum tað hevur eydnast væl at fløkja og grugga hetta mál. Men fyri at fáa málið fram í ljósið sjónligt og skilligt fyri øllum, loyvi eg mær at koma við hesum viðmerkingum.

Hóast eg sum biskupur havi fullan rætt at senda ein og hvønn prest inn í prestagjaldið hjá øðrum prestum (smb. Norsku lóg 2-11-3), so havi eg ongantíð av mínum eintingum nýtt henda rætt, og eg havi onga ætlan um av mínum eintingum at fara at nýta hann. Men eg havi higartil eina ferð nýtt hann eftir umbøn frá kirkjufólki og tað havi eg heldur onga ætlan um ikki at gera í framtíðini. Tá sóknarpresturin í Fuglafjarðar prestagjaldi sýtti dómpróstinum kirkjurnar í prestagjaldunum, vendu fólk úr Elduvík sær til mín við bøn um at syrgja fyri, at dómprósturin fekk loyvi at halda gudstænastu í Elduvíkar kirkju. Og tí syrgdi eg fyri, og eg fari at syrgja fyri, at prósturin sleppur at prædika í øllum kirkjum í próstadøminum, biður hann meg um tað.

Sambært galdandi lóg kunnu eitt ella fleiri kirkjufólk biðja um, at ein annar prestur í fólkakirkjuni fær loyvi at nýta kirkju teirra til gudstænastu. Henda rætt hava kirkjufólk í Fuglafirði tvær ferðir brúkt. Tey hava báðir ferðir vent sær til sóknarprestin, sum hevur sýtt bøn teirra. Síðani hava tey, sum lógin tilskilar, vent sær til mín, og eg havi í báðum førum givið viðkomandi presti hetta loyvi. Tað er tí ikki eg, ið av mínum eintingum, havi reist hesi mál, men tey eru sum kærumál løgd fyri meg til avgerðar. Og avgerðir mínar hava virt tann rætt, ið kirkjufólk hava at fáa annan prest enn sóknarprestin at halda gudstænastu í kirkju teirra. Eg havi heldur ikki nakra ætlan um at gera broytingar, hvat hesum viðvíkur.

Tað fer ikki, og tað kann ikki fara nakað stríð fram millum meg og sóknarprestin í Fuglafjarðar prestagjaldi í hesum málum. Tað er sum kærumyndugleiki, eg eri komin inn í málini, og eingin førir stríð við ein kærumyndugleika. Tað hendir tó at roynt verður at ávirka ella at trýsta ein myndugleika at taka aðrar avgerðir enn tær, ið hann sambært galdandi lógum eigur at taka. Men undir trýsti av slíkum slagi hevur kærumyndugleikin bara eitt at gera, og tað er halda fast við avgerðir sínar.

Tað fer heldur eingin samtala fram millum meg og nevnda sóknarperst um, hvørt kvinnur ella fráskildir prestar kunnu vera prestar í fólkakirkjuni. Tað kunnu tey, og tað orðaskiftið endaði við lógini frá 16. juni 1947 um kvinnuligar prestar og hesa lóg hava allir prestar, próstar og biskupar í fólkakirkjuni skyldu at halda. Sjálvandi hevur ein og hvør rætt at halda, at tað var skeivt, at ein slík lóg kom - vit hava ikki eftirlit við, hvat prestar hugsa - men teir mega í verki gera, sum lógin sigur. Og tað má sóknarpesturin í Fuglafjarðar prestagjaldi eisini; men vil hann ikki tað, er einki annað at gera hjá honn at siga seg úr starvinum og harvið verða loystur frá hesum skyldum sínum.


Vinarliga

Hans Jacob Joensen

biskupur