Dugnaligir kokkar á hægsta stigi bjóða brellbitar av føroyskari rávøru á laksatiltakinum í Vágsbotni leygardagin – við laksinum sum høvuðspersóni.
Henda dagin fært tú møguleikan at royna ymiskar laksarættir – alt frá klassiskum rættum til nýskapandi upplivingar, sum kokkarnir hava sett saman við einari kreativari snildu.
Laksur, sum er bæði sunnur og ótrúliga vælsmakkandi, verður borðreiddur á nógvar ymiskar hættir, sum gevur tær møguleikan at uppliva hvussu fjølbroytt henda rávøran er.
Tað er Tróndur Húsgarð, sum er gandakallurin handan forkunniga laksarættin. Trýst á play fyri at hoyra, hvat smaksleykirnir hjá Óluvu og Guttorm halda um rættin.
Leygardagin klokkan 11-16 sleppa øll at royna hendan og 10 aðrar rættir púra ókeypis á laksatiltakinum í Vágsbotni í Havn.
##med2##