Talv-OL
Bled: Samanumtikið kann sigast um kappingina at tey heilt framúr úrslitini ongantíð komu, td. vann eingin føroyskur telvari móti nøkrum stórmeistara á hesum sinnið, men fleiri leiktu remis. Men samstundis sum einki sjáldsama gott úrslit kom, var heldur einki skrædl í kappingini, men í 9. og 10. umfarið mundi tað komi. Tá fekk liðið bara 1/2 stig ávikavist móti Kolumbia og Kyrgisa, sum bæði vóru styrkismett langt frammanfyri.
Men eftir tey bæði umførini reistu telvarnir seg aftur og vunnu tríggjar dystir uppí slag. Gongdin við ongum rættuligum skrædli er góð, hon byrjaði á olympiaduni í Istanbul, sum var fyrsta talvolympiadan tá ið eingin dystur var taptur 4-0.
Ratingin
Flestu føroysku telvarnir eru farnir nakað fram í rating. John Arni Nilssen og John Rødgaard, um eru sterkastu føroysku telvarnir fara góð 10 stig fram, men hjá teimum er trupult at gera stór lop. Heini Olsen og Eyðun Nolsøe fara næstan 30 stig fram eftir kappingina og tátta nú ógvuliga fæst í 2300 markið. Heini hevur verið omanfyri fyrr, men hetta er fyrstu ferð at Eyðun er so tætt við tað markið. Unglingarnir báðir Hans Kristian Simonsen og Martin Poulsen, sum ikki hava havt eina so væleydnaða kapping, fara um 5 ratingstig aftur.
Fyri teir 14 dystirnar fekk føroyska liðið 26 stig, sum er beint undir málið, sum varð sett undan kappingini. Samanlagt endaðu Føroyar á leið soleiðis, sum styrkismetingin svaraði til.
John Arni ikki IM norm kortini
Hetta er onnur olympiadan at John Arni Nilssen klárar krøvini til ein IM norm, men tíverri hevur hann fingið stigini í øvugtari røð. Kravið er at tey fyrstu níggju talvini telja við í norminum, men John Arni leyk aftur hesuferð krøvini við teimum seinastu 9 talvunum. Hetta er týðuligt tekin um at tað ikki var av tilvild at John Arni fekk fyrsta IM normin í Copenhagen Open kappingini í summar.
John Arni verður helst næsti føroyski altjóða meistarin, spurningurin er bara nær hann fær normarnar. Onkur helt skemtiliga fyri, at Talvsambandið kundi lagt uppskot fyri FIDE um at spæla olympiaduna aftureftir.
Málið undan kappingini var at fáa 50% í úrtøku. Tað hevur oftani eydnast og onkuntíð er liðið eisini sloppið uppum. Men tá hava liðini í teimum báðum seinastu umførunum verið millum tey veikaru. Gongdin á olympiadunum í seinastuni hevur verið frameftir, Føroyar klára støðugt at halda um tey 50%.
Serliga hugaligt er at einki 4-0 tap er komi tvær tær seinastu olympiadurnar. Føroyar vinna móti teimum londunum sum eru styrkismett undir okkum og eisini á teimum londunum, sum eru um 10 pláss frammanfyri, men vera londini sterkari gongst verri at vinna dystirnar ella fáa javnleik. Formaðurin í talvsambandinum Rani Nolsøe heldur at nú skal næsta málið vera at telva betri móti hesum sterkaru londunum og fara eftir at fáa javnt. Eydnast tað vera føroyskir telvarar eisini betri fyri, tí so verður mótstøðan alla tíðina hørð og telvarnir brýnast.
13. umfar
Tíðindini um at Libanon var mótstøðuliðið í næsta seinasta umfarinum var tikið sum gott tekin millum føroysku telvarnir. Besta úrslitið tá ið talan er um stig kom júst eftir at Føroyar telvaðu móti Libanon í 13. umfari, tað var í Moskva í 1994. Men libanesar eru nógv framfarnir síðani 3,5 ósigurin móti Føroyum fyri 8 árum síðani og hava nú ein sterkan altjóða meistara á fyrsta borði.
John Arni Nilssen hevði helst greiðan fyrimun í talvinum, men eftir trettan umfør er møðin farin at gera um seg. John Arni mistið støðuna, men helt kortini javnleikin. 13. umfari var merkt av srea nógvum skjótum javnleikum. Næstan øll tey fremstu borðini har lond sum Russland og Ungarn telvað endaðu við javnleiki. Tað sama gjørdu John Rødgaard og Heini Olsen sum gjørdu skjótt av og tóku við remis.
Eyðun Nolsøe var annan dagi á rað hetjan sum tryggjaði Føroyum sigurin. Hann vann toluliga lætt móti sínum manni. Eina løtu var kanska javnt við lítlari yvirvág til Eyðun, hin bjóðaði javnt, men Eyðun havnaði. Tað mann hava verið dygdt í næstu leikunum hjá Eyðuni, tí hin bleiv rættuliga bangin, telvaði óneyvt og kom sær út í óføri og Eyðun vann ógvuliga sannførandi.
14. umfar
Iran var ikki rættuliga liðið, sum telvarnir høvdu ætlað sær, tá var betri við Nigeria ella Irak, sum eisini vóru møguliga mótstøðulið, tey eru bæði aftanfyri Føroyar. Betri var tað ikki at talvini í seinasta umfarinum skuldu telva klokkan 10 um morgunin. Telvarar eru ikki morgunmenn, men tað var kortini gott lag um morgunmatarborði og vónirnar vóru góðar. Tíðanverri gekk við hesum dystinum sum við teimum báðum undanfarnu móti teimum sterku liðunum. Føroyar taptu dystin 3?-?. Einasti sum helt móti stóru mótstøðuni var John Arni Nilssen. Talvið var javnt meginpartin av tíðini, John Arni hevði helst yvirvág, men slapp ongantíð í avgerðandi álopi. Iranin hevði hug at ótolnast um at John Arni leitaðu eftir avgerðandi leikinum. Hábrøgdini og keipurnar vóru øgiligar at royna at vísa John Arna at talvið var javnt og tá ið hesin leikurin hevði vart eina løtu gav John Arni seg og tók av tilboðnum um javnleik.
Allir hinir telvarnir taptu greitt síni talv um enn teir royndu at fáa sum mest burturúr vónleysu støðunum.
Talvúrslit:
13. umfar, Føroyar Libanon
John Arni Nilssen ? IM Fadi Eid 23920,5-0,5
John Rødgaard ? FM Ahmad Najjar 23180,5-0,5
Heini Olsen ? Faisal Khairallah0,5-0,5
Eyðun Nolsøe ? Antoine Kassis1-0
14. umfar
Føroyar-Iran
John Arni Nilssen ? GM Maghami Ehsan Ghaem 25110,5-0,5
John Rødgaard ? Zardast Mortezn Mahjoob 23930-1
Heini Olsen ? Gardeh Shojaat Ghane 24060-1
Eyðun Nolsøe ? Mohsen Ghorbani 23150-1