Altjóða olympiska nevndin hevur gjørt av, at komandi olympisku leikir vera í Tokyo frá 23, juli til 8. august í 2021.
Upprunaliga skuldu olympisku leikir hava verið í Tokyo í Japan í ár, men orsakað av koronasmittuni varð avgerð tikin at útseta leikirnar.
Somuleiðis verða paralympisku leikirnir eisini útsettir til 24. august næsta ár.
Tað var í farnu viku, at avgerð varð tikin um at útseta leikirnar, og altjóða olympiska nevndin hevur á fundi í dag sett nýggja tíðspunktið í kalendaran.
Hóast leikirnir verða hildnir í 2021, so fara teir framhaldandi at hava heitið Tokyo 2020.
– Eg eri vísur í, at samstarva vit við samskipanarnevndini fyri Tokyo 2020, býarstýrinum í Tokyo, japansku stjórnini og øllum okkara áhugapørtum, so megna vit hesa óvanligu uppgávuna, segði forsetin fyri altjóða olympisku nevndina, Thomas Bach á heimasíðuni hjá olympisku leikunum.
– Mannaættin er í løtuni í einum myrkum tunli. Olympisku leikirnir í Tokyo 2020 kann vera ljósið fyri endan av tunlinum, segði hann.