Omikron spjaðir seg sum eldur

Granskarar siga, at omikron spjaðir seg tvífalt so skjótt sum delta-varianturin gjørdi í Suðurafrika.

Sagt hevur verið, at tað gevur næstan onga verju móti omikron, at tú hevur verið smittaður við koronu.

Fyribilskanningar benda á, at nýggi varianturin av koronuvirus - omikron - spjaðir seg sum eldur.

 

Granskarar siga nevniliga, at omikron spjaðir seg tvífalt so skjótt, sum delta-varianturin gjørdi í Suðurafrika.

 

Sambært suðurafrikanskum granskarum tvífaldast talið av smittutilburðum umleið triðja hvønn dag í landinum.

 

- Tað er órógvandi so skjótt, sum omikron spjaðir seg, sigur Juliet Pulliam á University of Stellenbosch í Suðurafrika við The New York Times. 

 

Granskararnir halda, at samanhangur er millum smittandi eginleikarnar hjá omikron og evnini hjá virusinum at sleppa undan immunverjuni í kroppinum.

 

Higartil hevur verið sagt, at tað gevur næstan onga verju móti omikron, at tú hevur havt koronu.

 

Lagt verður aftrat, at enn er ikki komið á mál við hesi gransking.

 

 

 

Sagt hevur verið, at tað gevur næstan onga verju móti omikron, at tú hevur verið smittaður við koronu.