One Direction fær nú egnan handil

Dreingjabólkurin úr Bretlandi, One Direction, hevur í eina tíð verið serstakliga væl umtóktur millum tey ungu.

 

Men nú fer One Direction ikki bara at gera um seg á altjóða tónleikapallinum, tí í næstum lata fleiri One Direction-handlar upp ymsastaðni í heiminum. Talan er um sokallaðar "pop-up stores", har einans One Direction ting eru at fáa.

 

Handlarnir selja eitt nú One Direction plakatir, myndir, t-shirts, One Direction karaokee maskinur og nógv annað. Ein handil er júst latin upp í New York, og harafturat eru One Direction handlar í Sidney, Toronto og Chicago.

 

Pop-up handlarnir kunnu væntast at lata upp fleiri aðrastaðni, møguliga eisini í Danmark.

 

Bólkurin One Direction er mannaður av ungum dreingjum úr Onglandi og Írlandi. Teir fimm limirnir í bólkinum luttóku í bretsku útgávuni av X-Factor í 2010, har teir endaðu á einum triðjaplássi.