Hóast listi Á í Fuglafirði hevði stóra framgongd á býráðsvalinum og gekk næstan 15 prosent fram, so situr listin í andstøðu – í øllum førum um tað gongur so, sum borgarstjórin og varaborgarstjórin hjá ávikavist lista F og lista B vilja.
Ólavur Larsen er fyrstvaldur á lista Á, sum fekk 486 atkvøður og 45,3 prosent av atkvøðunum. Ólavur Larsen fekk 159 persónligar atkvøður.
Á seinasta býráðsvalið hevði listin 324 atkvøður, sum svaraði til 30,6 prosent av atkvøðunum. Tað gav listanum ein sess afturat, so listi Á nú hevur 4 sessir í nýggja býráðnum.
Men listi F og listi, sum báðir gingu aftur, hava ávikavist 3 og 2 býráðslimir, sum tilsamans gevur teimum meirilutan.
Men tað er fyrst valdi býráðslimurin, sum skal kalla nýggja býráðið saman at skipa seg. Og tað hevur Ólavur Larsen ikki gjørt enn.
– Tað hevur ongan skund, eg havi havt nógv at gera í arbeiði mínum seinastu tíðina og havi tí ikki tikið hetta framum, sigur Ólavur Larsen.
Hann sigur, at allir listarnir avtalaðu tríggjar dagar undan valinum, at teir skuldu seta seg saman at samráðast, tá úrslitið var klárt.
– Men tá eg hitti borgarstjóran og varaborgarstjóran 10 minuttir eftir at valið varð greitt, søgdu teir mær, at teir longu høvdu skipað samgongu, og at teir ætlaðu sær at halda fram við sama meiriluta, sum var undan valinum, sigur Ólavur Larsen, sum soleiðis kennir seg at verða settan uttan fyri ávirkan.
– Her í Fuglafirði er tað so einfalt, tá tað snýr seg um vinnuna. Spurningurin er, um vinnan skal sleppa alt, ella um nakrar treytir skulu setast. Har eru vit ósamdir við hinar listarnar, tí vit halda, at nakrar treytir skulu vera, sigur Ólavur Larsen.
Hann sigur, at tað kennist eitt sindur løgið at verða settur uttanfyri, tá tú hevur havt eitt so gott val, og tá hann persónliga hevur havt so gott val og tað besta persónliga valið sum nakar hevur havt í Fuglafirði í 24 ár. Ólavur Larsen fekk 159 persónligar atkvøður, 49 fleiri enn borgarstjórin. Í 2000 fekk Dánjal Vang 190 atkvøður.
Ólavur Larsen væntar ikki, at tað verður nøkur broyting viðvíkjandi skipan av nýggja býráðnum. Tey á lista Á hava fingið boðið 8 nevndarsessir frá hinum báðum listunum og kunnu fáa formanssessin í sosialu nevnd og í orku- og umhvørvisnevndini.
Men vit at bíða eitt sindur við at kalla býráðið saman, so er ein spinkul møguleiki fyri, at onkur teirra umhugsar seg av nýggjum, sigur Ólavur Larsen, sum heldur, at tað smakkar onkrum teirra illa soleiðis at seta størsta listan og størsta atkvøðuslúkin uttanfyri.
Úrslitið av býráðsvalinum í Fuglafirði 12. november 2024:
##med2##
Úrslitið av valinum í Fuglafirði 10. november 2020:
##med3##