Tað er ikki meir enn ein góður mánaður síðani, at koronavirusið kom til Føroya, og alt samfelagið legðist lamið.
Men longu nú – bara ein góður mánaður seinni – eru minst 14 føroyskar granskingarverkætlanir í gongd, har ymiskt við covid-19 verður kannað.
– Vit vita so lítið um hetta virusið, og tí er neyðugt at kanna tað nærri. Og vit hava góðar møguleikar í Føroyum at gera kanningar og koma til góð úrslit, sigur Pál Weihe.
Talan er um nógvar ymiskar granskingarverkætlanir. Fleiri verkætlanir hava við sjúkuna og avleiðingarnar av henni at gera, men talan er eisini um gransking í fólkaheilsuni sum heild og samfelagsliga ávirkanin.
Fleiri av granskingarverkætlanunum standa serfrøðingar á ymiskum stovnum í Føroyum aftanfyri.
– Vit valdu at savna ein bólk av fólkum, sum hava fingist við og fáa við gransking, og so hava vit arbeitt saman, hvat vit skulu fara undir at granska og at skriva umsóknir, sigur Pál Weihe.
Kortleggja og finna heilivág
Hann vísir á, at sum støðan er nú, so verður onnur gransking løgd til síðis, so at møguleiki verður at granska í covid-19.
– Tað hevur skund at koma í gongd og at fáa granska í covid-19. Í nøkrum førum bíða vit bara eftir at fáa loyvi frá vísindasiðsemisnevndini og dátaeftirlitinum, so fara vit í gongd, sigur hann.
Hann vísir á, at líknandi kanningar verða gjørdar í øðrum londum, men at tað er týdningarmikið at vit eisini gera okkara kanningar í Føroyum, sigur hann.
– Vit hava fyrimunir við at vit eru eitt lítið land. Okkara úrslit kunnu samanberast við aðrar kanningar úti í heimi, og tað kann hjálpa til at kortleggja hetta virusið og eisini at finna heilivág móti tí, sigur Pál Weihe.
Lesið meira um tær ymisku koronagranskingarverkætlanirnar í Sosialinum, sum er at fáa í sølubúðum kring landið.