Tað gjørdist ein drúgvur steðgur hjá føroyska landsliðnum á Kypros. Eftir ætlan skuldi farast av Kypros heilt tíðliga sunnumorgunin, men føroyska ferðalagið noyddist at sita eitt langt og annað breitt og bíða eftir at sleppa avstað.
Skal endurskoðast
Ísak Mikladal greiðir frá, at FSF hevur fingið Atlantic Airways at taka sær av øllum viðurskiftum í sambandi við ferðing hjá landsliðnum. ? Vit hava altíð havt eitt frálíkt samstarv við Atlantsflog, og tað er so ikki teirra orsøk, at landsliðið gjørdist so nógv seinkað til Írlands, sigur Ísak Mikladal.
Aðalskrivarin í fótbóltssambandinum sigur, at teir ongantíð fingu veruliga greiðu á, hví seinkanin av Kypros var so nógv. ? Vit fingu at vita, at talan var um maskinbrek á flogfarinum, men spurningurin er, um hetta er veruligi sannleikin. Einir 100 írar skuldu við sama flogfari sum føroyska landsliðið, og teir blivu sendir við bussi til ein annan bý, hagani teir skuldu flúgva, men teir komu aftur. Sum eg havi skilt, so tóktist tað bara sum um, at flogfelagið bara royndi at skúgva sær undan at seta eitt annað flogfar inn fyri at spara pengar, sigur Ísak Mikladal.
Somuleiðis sigur Ísak Mikladal, at meðan føroyingarnir á Kypros allatíðina fingu at vita, at farið varð avstað um ein hálvan ella heilan tíma, so vóru meldingarnar úr Dublin heilt nakrar aðrar. ? Eg tosaði við ferðaleiðarin, ið tekur sær av landsliðnum í Dublin, og hann segði, at tey høvdu tosað við flogvøllin í Dublin, og hagani vóru boðini, at tað gingu fleiri tímar, áðrenn flogfarið við føroyska landsliðnum fór av Kypros. Hetta var samstundis sum, at okkara menn á Kypros høvdu fingið at vita, at farið var um ein hálvan tíma. Teir kendu tað, sum bleiv tað logið beint upp í andlitið á teimum, sigur Ísak Mikladal.
Tá ið føroyska ferðalagið kemur aftur til Føroya seinni í vikuni, hevur leiðslan í fótbóltssambandinum ætlanir um at seta seg niður saman við Atlantic Airways og endurskoða mannagongdina, soleiðis at tað vónandi slepst undan slíkum tilburðum í framtíðini, tá ið føroyska landsliðið er úti í heimi og ferðast, sigur Ísak Mikladal.
Føroyska ferðalagið kom tó í øllum góðum til Dublin, har flogfarið setti seg klokkan 04.22 mánamorgunin. Útlúgvaðir fór føroyski hópurin beinleiðis á hotellið, har menn sluppu at sova, áðrenn farið verður av álvara undir fyrireikingarnar til dystin móti írum í annaðkvøld.
? Tað er ógvuliga óheppið, at okkara menn gjørdust so nógv seinkaðir, tí at nú er vent um upp á dag og nátt hjá teimum, og tað tekur eitt sindur av tíð, áðrenn tað er komið í rættlag aftur, og teir hava ikki so nógv tíð, sigur FSF-aðalskrivarin.
Nógvir føroyingar í Dublin
Stuðulin til føroyska landsliðið undir dystinum móti Kypros leygardagin var góður, og væntast kann, at hann verður minst líka góður á Landsdowne Road í Dublin mikukvøldið. Sambært Ísaki Mikladal hevur FSF útvegað eini 450 til 460 atgongumerkir til føroyingar, ið fara til Írlands at hyggja eftir dystinum. Hetta er ein tann mesta av føroyskum áskoðarum, ið hava verið til ein útidyst hjá landsliðnum.