Hóskvøldið rendi Norðbúgvin á land uttanfyri Skansabryggjuna í Havn, har hann sakk. Tórbjørn Bech, sum við Norðbúgvanum slapp óskaddur í land, men sami bátur sakk aftur løtu seinni, tá brandstøðin sleipaði hann inn, við molan.
Norðbúgvin er ein Awi 27 bátur, og hann hevði júst fingið nýggjan motor. Tórbjørn Bech var ein royndartúr við bátinum tá óhappið hendi.
? Motorurin koblaði úr, og so vildi hann ikki kobla í aftur, greiðir Tórbjørn Bech frá.
? Eg visti beinanvegin, hvat var hent, og hvønn veg báturin rak, so tað kom ongantíð panikkur í, men tað gekk skjótt fyri seg. Tað var bara at boða frá, at eg var uppsteðgaður og fyrireika meg upp á, at eg skuldi leypa í land.
Frá politistøðini í Havn verður upplýst, at klokkan 19.36 hóskvøldið komu boð frá MRCC Sjóbjargingarstøðini um, at ein bátur hevði rent á land. Upplýst var eisini, at ein maður var umborð, og sjúkrabilurin varð tí sendur oman á molan, sum ein trygd. Seinni funnu tey útav, at maðurin var umborð á Norrønu.
Vandi
Báturin rak inn ímóti landi, og tá Norðbúgvin var komin nóg nær, leyp Tórbjørn á steinarnar á molanum. Men tað var hált, og tí gleið hann niður á sjógv.
? Eg slepp fínt upp á land. Men eg gleði ímillum. Eg royndi at halda ímóti, men tað var so hált, sigur Tórbjørn, sum leggur afturat, at sjálvandi er slíkt ikki stuttligt.
Seinni um kvøldið fóru menn frá Brandstøðini í Havn síðani at sleipa bátin inn um molan við pressaranum hjá Skipasmiðjuni. Tað gekk fínt inntil Norrøna skuldi avstað. Tá noyddist Norðbúgvin, sum Óli Hammer, stjóri á Smyril Line eigur, at steðga, og av tí, at tað súgaði so illa í sjónum, so slitnaðu endarnir og báturin sakk á botn.
Fríggjamorgunin fór brandstøðin so aftur út á molan fyri at fáa bátin upp.
Tá skuldi báturin bara fáast uppaftur og inn á molan, var upplýst av brandstøðini.