Ongantíð áður hava so nógv spælt vatnkríggj í Klaksvík

Í gjárkvøldið, á árliga tiltakinum Føroya Sjómannadagur í Klaksvík var stórt vatnkríggj millum fleiri skip og fólk á keiini. 

 

 

Góð 800 børn høvdu skrivað seg upp til vatnkríggið, og hetta er met. Vatnkríggið varð skipað soleiðis, at tey størru børnini sluppu umborð á skipini, sum vóru við í tiltakinum, og tey smærru børnini vóru á keiini. 

 

 

Brandbilar stóðu framvið allari keiini og spulaðu børn og vaksin, sum vóru komin at spæla vatnkríggj í góðveðrinum. 

 

 

Sjómannadagurin heldur fram í dag, og fyrireikararnir vænta á leið 8.000-10.000 vitjandi. Undanfarnu tvey árini hava 10.000 vitjað á Sjómannadegnum.