Ongar myndir av kistum við deyðum hermonnum

George W. Bush, forseti, hevur sett amerikonskum fjølmiðlum bann fyri at vísa myndir av kistum við hermonnum, sum doyggja í Irak.

Boðini eru ikki nýggj, tí sambært Washington Post sendi forsetin longu í mars øllum amerikonskum herstøðum boð um serligar mannagongdir í sambandi við kríggið í Irak.

Í boðunum gjørdi forsetin millum annað greitt, at fjølmiðlarnir skuldu ikki fáa atgongd til amerikonsku herstøðina Ramstein í Týsklandi, hagar kistur við deyðum amerikonskum hermonnum vanliga verða fluttar, áðrenn tær verða sendar til Dover-herstøðina í statinum Delaware. Í boðunum stóð eisini, at fjølmiðlarnir skuldu heldur ikki sleppa á Dover-støðina, tá kisturnar koma hagar. Á Dover-støðini er tann størsti hernannakirkjugarðurin í USA.

Atfinningarsamar røddir leggja Bush-stjórnina undir at fjala sannleikan um kríggið í Irak við at nokta almenninginum at síggja tær flaggskríddu kisturnar, sum hvørja viku koma til USA. Millum tey atfinningarsomu er talsmaðurin hjá fyrrverandi forsetanum Bill Clinton.

Joe Lockhart sigur við Washington Post, at tað er skeivt av stjórnini at dylja sannleikan um tað, sum hendir í Irak. Hann vísir á, at vanliga var Bill Clinton hjástaddur, tá amerikanskir hermenn komu heim í kistu, og tað vóru fjølmiðlarnir eisini, sigur hann.