Ongar undanførslur

Venjarin hjá Neistanum vil ikki hoyra talan um, at hansara spælarar mangla royndir. Neistakvinnurnar kunnu bara takka sær sjálvum fyri, at liðið er dragnað í stríðnum um FM-heitið, heldur hann

Sama søgan. Neistin stevndi móti sigrinum, men misti bæði stigini til kappingarneytarnar seinastu løtuna. Tað kom fyri, tá Neistin vitjaði Tjaldur fyri trimum vikum síðan. Tað hendi aftur í gjár, tá Neistin vitjaði Stjørnuna. Birgir Hansen, venjari hjá Neistanum, sigur við Kringvarpið, at vantandi roynir í avgerandi dystum er eingin undanførsla.
- Vit hava spælt fleiri slíkar dystir í hesum kappingarárinum. Vit hava spælt fleiri oddadystir og tvær hálvfinalur í steypakappingini. Vit vita, hvat krevst fyri at vinna hesar avgerandi dystirnar. Vantandi royndir er eingin undanførsla, sigur Birgir Hansen, og leggur afturat, at Neistin hevur ikki veittrað farvæl til møguleikan at sleppa í finalurnar um føroyameistaraheitið.
hjodda við trimum málum, tá 10 minuttir restaðu í. So gekk galið. Fjáltur kom á. Stjørnan, sum hevði verið lítið sannførandi, fór upp í ferð og fekk leiðsluna. Bára Skaale Klakstein, Stjørnan, varð útvíst í tveir minuttir, tá fýra minuttir restaðu í. Tað gjørdi ikki petti. Neistin gagnnýti ikki meirilutastøðuna. Einki dirvi at svara aftur. So fór Stjørnan avstað við báðum stigunum.

Lítið hugflog
Barbara Brauer hevur verið stóra stjørnan hjá Neistanum í hesum kappingarárinum. Kanska tann størsta stjørnan í føroysku landskappingini. Serbiski stórskjúttin eigur ein virknan leiklut í, at Neistin er við í stríðnum um finaluplássini. Hennara royndir sum yrkisleikari í Jugoslavia, Portugal, Spania og Týsklandi, umframt 11 landsdystir fyri Jugoslavia, koma sanniliga yngru spælarunum til góðar. Hinvegin hevur verið funnist at, at hon spælir ein ov stóran leiklut í álopsspælinum. Mest sum einastu hóttanirnar hjá Neistanum vóru skjótálop og Barbara Brauer í gjár. Ikki tí, tað eydnaðist væl. Trupulleikin var, at øll væntaðu, at hon skuldi taka ábyrgd, tá Stjørnan brádliga hótti leiðsluna seinastu minuttirnar. Eingin av hinum, uttan Jacklin Durhuus, høvdu áræðið at taka ábyrgd, meðan mest stóð á.
Spælið var undirhaldskent í gjár, men sannførandi var tað als ikki. Bæði liðini framdu óneyðuga nógv mistøk, og serliga vóru kvinnurnar úr Klaksvík lítið avgjørdar í løtum. Sum heild gekk illa at fáa ferð á spælið. Tað er ikki til at siga, hvør hevði uppiborið sigurin. At Stjørnan hevur fleiri royndir frá slíkum dystum, og dugir at handfara avgerandi støður, var sjónligt.

Fótin frammanfyri
Stjørnan leggur lítið í, hvussu sigurin kom til høldar í gjár. Bara stigini komu í skjáttuna. Fýra stig skilja nummar eitt og nummar trý. Stjørnan hevur fótin framman fyri í stríðnum at røkka finalunum og tískil ein lítlan fyrimun, nú seinastu seks landskappingardystirnir skulu avgreiðast.