Johan Dahl fer ikki at krevja, at Vága Floghavn útvegar sær ein arm, so at fólk við rørslutarni sjálvi kunnu koyra umborð á flogfør og úr teimum aftur, við egnari megi.
Tað ger hann greitt, nú Hanus Samró, tingmaður, hevur spurt hann, um hann heldur, at tað er nøktandi, at fólk við rørslutarni ikki hava betri umstøður at sleppa í flogfør og úr teimum aftur.
Johan Dahl sigur, at umstøðurnar í Vágum eru so serligar, at tað ber ikki til at brúka somu loysnir her, sum aðrastaðni.
- Í stórum floghavnum uttanlands er vanligt at hava langar bygningar út frá høvuðsbygninginum at parkera flogførini við. Bygningarnir eru tá í tveimum hæddum og gjørdar eru innilokaðar gongir til flogførini.
Men í miðalstórum floghavnum er vanligt at skipa viðurskiftini sum í eini lítlari floghavn, sum Vága Floghavn er.
Skuldi ein slíkur langur bygningur, sum eru í størri floghavnum uttanlands, verðið gjørdur í Vága Floghavn, skuldi hann verið millum 200 til 250 m langur í tveimum hæddum og fimm gongir skuldu verið gjørdar, fyri at øll standiplássini/flogførini skuldu havt somu sømdir.
Men hinvegin er ofta so nógvur vindur í Vágum og fer vindurin upp um 25 metrar um sekundið, forða trygdarreglurnar fyri, at hurðarnar á flogfarinum verða lætnar upp.
Tá ið nógvur vindur er, parkera flogførini tískil soleiðis, at hurðarnar eru í læ.
Sostatt er tað ymiskt, hvønn veg, flogførini venda, tá ið tey parkera,
Tá ið flogførini parkera eftir ættini, er møguleikin fyri at nýta gongirnar sera avmarkaður, sigur Johan Dahl.
Hann leggur afturat, at tað er eisini vandi fyri, at flogfør frá skaða, tá ið tey skulu leggja at einum slíkum armi í nógvum vindi, og sjálvt tann minsti skaðin, kann taka eitt flogfar úr drift í vikur.
At kravt, at Vága floghavn skuldi havt slíkar armar til fólk við rørslutarni, hevði eisini verið át álagt teimum eina týðandi meiríløgu í hundrað millóna klassanum, sum als ikki hevði staðið mát við fíggjarkarmarnar, heldur Johan Dahl.
Hann vísir á, at Atlantsflog hevur fingið til vega eina nýggja lyft, sum er sergjørd til at flyta fólki. sum bera brek og sjúklingar á børu.
Lyftin er innilokað, so tey sum skulu flytast upp og niður, eru vard móti veðri, og tey koma ígjøgnum eina hurð í flogfarinum, sum hini ferðafólkini ikki brúka.
Hetta er sama loysn, sum nógvar aðrar floghavnir brúka, eisini floghavnir, sum avgreiða nógvar ferðir fleiri ferðafólk, enn Vágar gera, sigur Johan Dahl.
Hann ætlar sær tískil ikki at krevja av Vága Floghavn, at armar verða útvegaðir, so at fólk við rørslutarni sjálvi kunnu koyra umborð á flogfør og úr teimum aftur.
|

Ongin armur til fólk rørslutarnað


