Fyri nøkrum døgum síðani skrivað felagið, skal standa fyri arbeiðnum at gera Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, undir sáttmála við NCC um at gera tunlarnar.
Men tað hevur loypt hvøkk á, at felagið hevur latið ein ventil standa opnan soleiðis, at Sandoyartunnilin kann strikast.
Tunnilsfelagið hevur nevniliga tilskilað sær rætt til at strika Sandoyartunnilin, skrivar NCC skrivar á síni heimasíðu.
Teitur Samuelsen sigur, stjóri í tunlafelagnum, sigur, at hetta skal ikki takast sum annað enn ein serlig trygging, tí skuldi tað av einari ella aðrari heilt serligari orsøk hent, at tað ikki eydnast at gera Eysturoyartunnilin, verða heldur ongar inntøkur at fíggja Sandoyartunnilin við.
- Og so hava vit ikki fígging til Sandoyartunnilin, og so mugu vit hava møguleika at sleppa burtur úr Sandoyartunlinum, leggur hann afturat.
Hann sigur, at hetta er ein møguleiki, sum at kalla bara er á pappírinum.
Men hvat skuldi so forða fyri, at Eysturoyartunnilin verður veruleiki?
- Ein orsøk kann verða, at jarðfrøðiligu viðurskiftini vísa seg at vera so vánalig, at tað er heilt vónleyst at halda fram við arbeiðnum. Ein onnur orsøk kann vera, at so álvarsligir samstarvstrupulleikar taka seg upp ímillum okkum og NCC, at sáttmálin verður ógyldagur.
- Men hvat okkum í tunlafelagnum viðvíkur, verður tað ikki so, at vit koma at standa við einum lidnum Eysturoyartunli, men at vit so sleppa Sandoyartunlinum, sigur Teitur Samuelsen.