Arsenal misti í dag týðandi stig í oddastríðnum, tá Arsene Wenger og hansara menn taptu 3-2 móti Swansea. Heldur ikki ein innskiftur Thierry Henry kláraði at bjarga Arsenal. Í Newcastle vann heimaliðið á QPR.
Fyri triðju ferð í hesum kappingarárinum tapti Arsenal aftaná at hava verið á odda. Tað byrjaði annars sum tað plagar við Arsenal, tá Robin van Persie skoraði sítt mál nummar 18 í hesum kappingarárinum. Løtu seinni gjørdi walisin á Arsenal liðnum, Aaron Ramsey, brotsspark, sum Scott Sinclair skoraði uppá.
Í seinna hálvleiki kom heimaliðið á odda við máli, ið Nathan Dyer skoraði eftir at Arsenal misti bóltin í uppspælinum. Thierry Henry kom inn seinasta hálva tíman. Tað gingu bara minuttir frá tí hann kom inn til at Theo Walcott javnaði fyri London liðið. Men í minuttinum eftir málið, legði Danny Graham Swansea á odda 3-2, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
Fyrr í dag vann Newcastle uttan Demba Ba og Cheik Tiote móti QPR, sum somuleiðis mátti verða leikarum fyri uttan orsaka av Afrika Cup of Nations, sum verður í næstum. Leon Best skoraði einsamalla málið í fyrra hálvleiki.
Dysturin var tann fyrsti hjá Queens Park Rangers við Mark Hughes á odda. QPR kundi fingið annað stigið um teir vóru neyvari frammanfyri málið.
Premier League:
Í gjár:
Aston Villa Everton 1-1
Blackburn Fulham 3-1
Chelsea Sunderland 1-0
Liverpool Stoke 0-0
Manchester United Bolton 3-0
Tottenham Wolverhampton 1-1
WBA Norwich 1-2
Í dag:
Newcastle QPR 1-0
Swansea Arsenal 3-2
Mánadagin:
Wigan Manchester City (20:00)