Ongin mystikkur um effektiviseringar

Fíggjarætlanin hjá Tórshavnar Kommunu skal endurskoðast longu fyrst í næsta ár. Fíggjarnevndarlimirnir vissa tó um, at onki óvanligt liggur aftanfyri.

Í býráðsgerðabókini hjá Tórshavnar Kommunu fyllir seinasta viðgerðin av fíggjarætlanini fyri 2014 umleið 20 síður, men okkurt kundi bent á, at har kanska áttu at verið nakrar síður afturat.
Tí gerðabókin sigur, at býráðið beint undan endaligu samtyktini eisini samtykti at arbeiða víðari við fíggjarætlanini eftir nýggjár. Í gerðabókini stendur soleiðis: ”Harafturat varð samtykt fyrst í komandi ári at endurskoða fíggjarætlanina 2014 við fleiri effektiviseringum fyri eyga.”
Sostatt kundi tað sæð út sum, at arbeiðið við fíggjarætlanini ikki var heilt liðugt, áðrenn hon sambært lógini skuldi samtykkjast innan 1. desember.

Ongin mystikkur
Fíggjarnevndarlimirnir við borgarstjóranum á odda vissa tó um, at ongin mystikkur liggur aftanfyri orðingina.
- Vit eru noydd at koma afturumaftur fyri at taka hædd fyri ymiskum viðurskiftum. Millum annað er eitt barnaansingarálit gjørt, sum vit ikki hava havt nóg góðar stundir at gjøgnumganga, og eitt skúlaálit er á veg. Í báðum førum kann avleiðingin verða umraðfestingar, tí aðalmálið er alla tíðina at royna at fáa meira fyri hvørja einastu krónu, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri og føddur formaður í fíggjarnevndini.
Sjúrður Olsen, fólkafloksumboð í fíggjarnevndini, óttast at koma í eina støðu við niðurgangandi búskapi og bólgnandi rakstri.
- Vit mugu finna effektiviseringar, so raksturin fæst niður. Fyri 10 árum síðani var raksturin 312 milliónir krónur, nú er hann 480 milliónir krónur. Tað er alt ov dýrt, og tí eru vit eisini alt ov sárbar, um ein verulig niðurgongd rakar. Skattainntøkurnar kunnu svíkja, og í ár hava vit eisini roknað við lægri skattainntøku enn í fjør, sigur hann og leggur afturat:
- Tað eru eisini aðrar orsøkir til, at tað er skilagott at royna at finna effektiviseringar eftir nýggjár. Til dømis hava vit framt ymiskar umsitingarligar samanleggingar síðani kommunuvalið, og tíðin hevur verið ov knøpp til, at vit náddu at finna fleiri effektiviseringar har, áðrenn fíggjarætlanin skuldi vera liðug.

Byrjaðu ov seint
Eisini fíggjarnevndarumboðið Annfinn Brekkstein úr Sambandsflokkinum ásannar, at tíðin varð ov knøpp.
- Vit hava nógvar avbjóðingar fyri framman við nógvum átrokandi íløgum. Og so hava vit í ár keypt bankabygningar fyri 92 milliónir krónur. Tí er neyðugt, at vit fara undir at eftirhyggja allan raksturin og fáa eitt kjak um, hvar vit kunnu finna pengar, og tryggja okkum, at vit fáa sum mest burtur úr hvørjari krónu. Vit eru bara byrjað ov seint at hyggja upp á tað. Hetta er eitt kjak, sum ikki bert fíggjarnevndin skal taka. Allir 13 býráðslimirnir skulu gera hetta arbeiðið, og tá er tað ov seint at byrja í september-oktober, sigur hann.
Jógvan Arge, fíggjarnevndarlimur úr Tjóðveldi, sigur, at býráðið plagar at eftirhyggja tølini við jøvnum millumbilum.
- Nú eru fleiri samanleggingar gjørdar, og vit hava stungið nógv út í kortið í íløguætlanini. Tí vilja vit stramma eitt sindur í fíggjarætlanini. Tað hevur gingið nakað seint at sett hol á tað arbeiðið, men tað er ikki tí, at tað er nøkur ósemja um hetta, at vit ikki fingu tað gjørt til sjálva fíggjarætlanina, sigur hann.
Samanleggingar av umsitingarøkjum og ein ambitiøs íløguætlan eru eisini høvuðsgrundgevingin hjá Tróndi Sigurdsson, fíggjarnevndarumboð fyri Javnaðarflokkin, fyri, at neyðugt er at koma aftur um aftur við fíggjarætlanini við ársbyrjan næsta ár.
- Tað er okkara uppgáva at gera hetta saman við umsitingini, og nú leið tað ov langt út á árið til at gera tað. Umsitingin skal koma við uppskotum um effektiviseringar, sum vit so skulu kjakast um og taka støðu til í býráðnum, sigur hann.

Skattaprosentið
Allir fíggjarnevndarlimirnir leggja dent á, at effektiviseringar og sparingar ikki skulu ganga út yvir tænastustøðið hjá kommununi, og tað liggur heldur ikki í kortunum, at starvsfólk skulu sigast upp.
Eisini eru teir samdir um, at skattaprosentið á 20,25 prosent er ríkiliga høgt, tó at tað liggur í lægra endanum í landshøpi.
- Tað hevur ikki verið tað stóra kjakið um tað. Vit lækkaðu skattaprosentið eitt hálvt prosentstig í fjør, og samstundis hækkaðu vit barnafrádráttin. Vit skulu hava skattaprosentið so lágt, sum til ber, men tað er tó ikki beinleiðis við tí fyri eyga, at vit nú fara at vita, um vit kunnu finna fleiri effektiviseringar. Men bert tað til at lækka skattaprosentið, so gera vit tað, sigur Jógvan Arge.
Annfinn Brekkstein heldur, at skattaprosentið kann fáast eitt hálvt prosentstig niður, um rætt verður artborið – tó ikki í einum:
- Vit skulu fáa sum mest burtur úr hvørjari krónu, og vit at gera tað, haldi eg, at vit kundu lækka skattin við 0,25 prosentstigum um árið í tvey ár. Tá enda vit á 19,75 prosentum, sum eg haldi vera eitt hóskandi skattastig fyri Tórshavnar Kommunu. Mín meining er, at tað er ein partur av trivnaðinum, at fólk merkja, at tey hava pening tøkan, og tað hevur eisini ein positivan psykologiskan týdning at fáa skattaprosentið niður um 20, sigur hann.
Sjúrður Olsen sigur, at hann fegin hevði viljað fingið skattaprosentið niður aftur á 18, har tað lá í nógv ár.
Borgarstjórin sjálvur heldur tó ikki, at tað er serliga realistiskt at kunna lækka skattin í bræði.
- Sjálvandi er tað altíð eitt ynski at hava eitt so lágt skattaprosent sum gjørligt, men eg haldi ikki, tað ber til at gera tær íløgurnar, vit hava sett í kortið, og varðveita tænastustøðið við einum lægri skattaprosenti, enn vit hava nú. Við verandi aktiviteti ríða vit um snarið, har skattaprosentið eins væl kundi kvinka uppeftir sum niðureftir, men mítt mál júst nú er, at tað skal standa í stað – og tað er eisini millum tey lægstu í landinum, sigur hann.