Ongin semja í eygsjón

Enn er ongin semja í eygsjón í sáttmálatrætuni ímillum tey stóru fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum øðrumegin, og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, hinumegin.

Og tað er heldur ikki greitt um tað eydnast at fáa partarnar at nærkast hvørjum øðrum so mikið, at semja verður.

Tey fýra fakfeløgini, sum nú eru í vanda fyri at fara í verkfall, eru Starvsmannafelagið, Pedagogfelagið, Lærarafelagið og Havnar Arbeiðsmannfelag.

Samráðingarnar ímillum tey og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, slitnaðu fyri jól og síðani eru Petur Zachariasen og Petur Joensen tilnevndir semingsmenn.

Teir hava brúkt tíðina síðani at seta seg inn í støðuna og í gjáramorgunin klokkan 10 varð farið undir sjálva semingsroyndina.

Dagurin í gar førdi ikki til nakað avgerðandi frambrot og á midnátt fóru partarnir hvør til sítt.

Fakfeløgini og semingsmenninir hittust so aftur í morgun, men Petur Zachariasen sigur, at enn ber ikki til at siga nakað.

Hann dugir heldur ikki at siga um partarnir slaka so mikið fyri hvørjum øðrum, at tað yvirhøvur ber til at leggja nakað semingsuppskot fram.

Hann sigur kortini, at teir fara so at brúka allan dagin í dag upp á semingsroyndina, so fæst at vita, hvussu langt tað ber.

Hvussu so verður, veldst um støðuna í kvøld.

Annars skrivaðu Maskinmeistarafelagið undri nýggjan sáttmála, sum gav teimum lægstløntu eina lønarhækking upp á 0,85% 1. oktober í fjør og tað sama 1. oktober í ár.

Men lønarhækkingin minkaði so líðandi og maskinmeistarar við hægstu lønunum fingu onga lønarhækking, tí flatskatturin gevur teimum so stóra skattalækking.

Fíggjarmálaráðið hevur staðfest, at hetta verður leisturin fyri allar sáttmálar, men tað vilja fakfeløgini ikki hoyra talan um, tí tey tvíhalda um, at ein skattaskipan og samráðingar hava onki við hvørt annað at gera.

Petur Zachariasen sigur, at sáttmálin við Maskinmeistararnar er eisini á borðinum í hesum semingsroyndunum, men meiri vil hann ikki siga um tað.

Eydnast ikki at finna semju, fara øll tey stóru fakfeløgin í verkfall og tað fer at nerva ein stóran part av samfelagnum, bæði almennar skrivstovur, reingerð á almennum stovnum, umframt barnagarðar, vøggustovur, fólkaskúlar og Strandferðsluna.

Tað er ikki ókent í semingsroyndum, at partarnir sita út í eitt í dagavís, men hesuferð hava semingsmenninir so sent partarnar til húsar at hvíla seg ístaðin fyri at samráðast í alla nátt.

- Vit ivast í, um tað tænir nøkrum endamáli at pøsa partarnar, tí fólk eru væl kunnað, so tað verður neyvan tað, sum verður avgerðandi.

- At gera nýggjan sáttmála er at taka samráðingarpartarnir í eið og tí hevur tað alstóran týdning, at tey eru fullgreið yvir, hvat tað inniber.

Á aðrari myndini eru tað tað báðir semingsmenninir á veg á fund við fakfeløgini, vinstrumegin er tað Petur Zachariasen og høgrumegin, Petur Joensen.

Á hinari myndini er tað Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag, sum er á veg á semingsfund.