Ongin ósemja í landsstýrinum um nýggja suðuroyarskipið

?Tað nýggja suðuroyarskipið er avgjørt ikki nakað stríðsmál í samgonguni. Viðgerðin er ógvuliga saklig. Vit eru bara ikki komin til eina niðurstøðu enn, sigur Bjarni Djurholm

 

Suðuroyarsiglingin


? Tað er avgjørt ikki nøkur ósemja í landsstýrinum um tað nýggja suðuroyarskipið.

Tað sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum.

Hann hevur higartil ikki viljað sagt nakað um málið, fyrrenn tað er avgjørt í landsstýrinum. Men hann heldur, at sumt av tí, sum er ført fram, er so misvísandi, at hann má tala at.

?Vinnumálastýrið hevur fingið tilfar um fleiri skip. Útfrá tí tilfari, vit hava fingið, hava vit gjørt eitt notat og eitt tilmælið og lagt alt tilfarið fyri Landsstýrið.

Bjarni Djurholm leggur dent á, at øll skipini, sum tilfar er fingið til vega um, lúka tey krøv, sum vórðu sett til eitt nýtt suðuroyarskip.

Hann váttar tó at verkætlanarbólkurin hevur skotið upp at skipið skal sigla 21 míl.

? Tað hevur eisini verið útgangsstøðið hjá projekteringsfelagnum, Knud E. Hansen, tá ið tað fyrsta uppskotið varð latið úr hondum .

? Síðani havi eg boðað frá, at tað eg vildi hava fleiri skip at velja ímillum og tí eru onnur uppskot eisini komin á borðið, har somu upplýsingar eru fyri øll uppskotini, sum fyri tað fyrsta uppskotið.

? Men kravið frá mær var, at øll uppskotini skuldu í minsta lagi lúka tey krøv, sum Strandferðslan setti til skipið.

? Burturúr øllum teimum uppskotinum, havi eg so lagt eitt tilmæli fyri Landsstýrið.

Bjarni Djurholm sigur, at hansara tilmæli er at byggja eitt skip, sum siglur 19 míl. Tað eru 2,5 míl skjótari enn Smyril, sum nú er, tí hann siglur 16,5 míl.

? Men eg havi eisini mælt til, at Landsstýrið viðgerð øll uppskotini.

Bjarni Djurholm sigur, at ongin ivi er um, at hann vil hava, at suðuroyingar skulu fáa tað bestu loysnina.

?Tey, sum hava sitið í verkætlanarbólkinum siga, at sakkunnleikin hevur víst á tað bestu loysnina og hava mælt til at byggja tað skipið. Hví verður so tosað um onnur uppskot eisini?

? Nú veit eg ikki, hvør sakkunnleikin er. Eg meti, at projekteringsfelagið Knud E. Hansen er sakkunnleikin og ikki nakar annar. Og Knud E. Hansen hevur víst mær á fleiri ymsar loysnir. Eg veit onki um, at verkætlanarbólkurin hevur sitið saman við Knud E. Hansen og lagt skipið til rættis. Bólkurin hevur víst á eitt skip, sum tey halda er tann frægasta loysnin fyri Suðuroynna. Men hví so ikki byggja eitt skip, sum sigur 22 míl? Tað hevði verið uppaftur betri og lutfalsliga hevði tað ikki verið so nógv dýrari. Tað einasta, eg havi biðið um, er at fáa nøkur skip at samanbera við. Spurningurin er um skipið, sum verkætlanarbólkurin vísir, er tað einasta rætta skipið.

Limir í verkætlanarbólkinum siga annars, at munurin á teimum báðum skipunum, sum sigla 21 míl og 19 míl, er ikki bara farturin?

?Nei, skipið, sum siglur seinni er styttri og smalri, men tað lýkur framvegis krøvini, sum sett vórðu. Skulu vit tosa um hitt, so hevði tað helst verið uppaftur betri við einum skipi, sum siglur 22 míl.


Byggjast í Evropa

Landsstýrismaðurin í vinnumálum sigur, at umsitingin hevur mælt til, at skipið verður bygt í Evropa. Tó kunnu øll skipinibyggjast bíligari í Kina, men so mugu vit tryggja okkum, at dygdin er ílagi.

Bjarni Djurholm sigur, at sama hvat skip verður bygt, verður tað neyðugt við nýggjari samferðsluhavn í Suðuroy.

? Har eru tvær loysnir. Onnur er at byggja Drelnes út fyri 50 milliónir. Hin loysnin er at byggja út eystanfyri Drelnes fyri 75 milliónir. Hetta seinna er helst frægasta loysnin, tí so verður havnin á Drelnesi leys til onnur endamál, eitt nú oljuendamál. Harafturat er eisini ynski sett fram um at nýggja suðuroyarskipið skal kunna leggja at í Vági, og tað kostar um 20 milliónir.

Bjarni Djurholm sigur, at hann vil hava alt málið avgreitt í einum, tí fyri at skipið skal kunna liggja trygt, er tað neyðugt at framskunda samferðsluhavnina í Suðuroy

Hví skulu hesi bæði málini tengjast saman tá ið samferðsluhavn í Suðuroy frammanundan stendur á langtíðar fíggjarætlanini?

?Tað verður ikki mett at vera skilagott at bíða við havnarlagnum til aftaná at skipið er bygt. havnarlagið skal helst verða klárt, tá ið skipið er klárt. Tí skulu hesi bæði málini helst loysast saman.

Hann leggur einaferð dent á, at tað er ongin ósemja í landsstýrinum um málið.

? Vit hava havt nógva konstruktiva viðgerð, vit eru bara ikki komin á mál enn, sigur Bjarni Djurholm.


MYND AV BJARNA DJURHOLM


?Nú, vit skulu byggja nýtt suðuroyarskip, haldi eg, at tað er rætt at hava fleiri skip at velja ímillum, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í samferðslumálum