Fakfelagsstríð
Royndirnar at finna semju ímillum Havnar Arbeiðsmannafelag og Føroya Arbeiðarafelag um viðurskiftini hjá arbeiðsmonnunum í Kollafirði, hava verið fyri bakkasti.
Og nú er óvist, nær, ella um nøkur semja verður yvirhøvur.
Stríð hevur tikiðs eg upp um limirnir í Kollafjarðar Arbeiðarafelag, tí eftir at Kollafjørður kom upp í Havnina, eru fleiri arbeiðarafeløg í somu kommunu við hvør sínum sáttmála og tað varð mett at kunna elva til ruðulleika, ikki minst tí at Kollafjarðar Arbeiðarafelag er uppi í Føroya Arbeiðarafelag, men feløgini í Havnini eru uttanfyri.
Síðani hevur verið telvað aftur og fram um viðurskiftini hjá kollfirðingum.
Nakað síðani varð semja gjørd ímillum Føroya Arbeiðarafelag og Kollafjarðar Arbeiðarafelag øðrumegin og Havnar Arbeiðskvinnufelag hinumegin um arbeiðskvinnurnar í Kollalfirði.
Og í farnu viku tóktist tað eisini sum um at ein semja um mannfólkið var undir landi.
Tað, sum setti ferð á semingsroyndirnar, var, at ein maður úr Havnar Arbeiðsmannafelag, sum arbeiddi í Hundsarabotni, var fluttur í annað arbeiði, tí hann var ikki limur í Kollafjarðar Arbeiðarafelag.
Havnar Arbeiðsmannafelag hótti við tiltøkum, um viðurskiftini ikki komu í rættlag og tað setti ferð á arbeiðið at finna eina semju.
Hendan semjan segði, at arbeiðsmenn í Kollafirði skuldu hava frítt at arbeiða í Tórshavn, uttan at vera noyddir at melda seg inn í Havnar Arbeiðsmannafelag. Afturfyri skuldu limir í Havnar Arbeiðsmannafelag hava frítt at arbeiða í økinum hjá Kollafjarðar Arbeiðarafelag, uttan at melda seg inn í tað.
Tað skiltist sum um semjan var klár at skriva undir.
Men enn er ongin semja fingin um viðurskiftini.
Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, ásannar, at okkurt er komið upp ímillum, sum hevur forðað fyri, at semja kann gerast.
Men hon vil ikki útgreina, hvat tað er, sum hevur stungið seg upp.?
Karl Johansen. formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, sigur í stuttari viðmerking, at semjan er dottin á gólv, tí at Føroya Arbeiðarafelag krevur, at hon skal vera galdandi fyri allar limir í Føroya Arbeiðarafelag, so at teir hava frítt at fara inni á økinum hjá Havnar Arbeiðsmannafelag