Nakað herfyri hevði A. Guttormur Djurhuus áhugaverda grein um reinføri á Landssjúkrahúsinum (Dimmalætting og Sosialurin 12. september 2007). Guttormur fílist á, at tað er so sum so við reinførinum og nevnir sum dømi sjónvarpstól, ið hanga uppi undir loftinum, har ringt er at koma til hjá vaskifólkunum. Hann tekur fram Semmelweiss, sum tann, ið vísti á týdningin av reinføri á sjúkrahúsum til tess at halda nøgdina av mikrobum á so lágum stigi sum møguligt. Guttormur leggur dent á, at nú vit hava fingið multiresistentar bakteriur, sum kunna elva til sjúkrahússjúku, er reinføri ikki minni týdningarmikið. Niðurstøða hansara er, at høvdu arkitektarnir lagt upp fyri at sniðskapa sjúkrahúsini snøggari, so sum vanligt er við flakavirkjum, hevði verið væl lættari at gera reint, og at vit sostatt kundu minkað um sjúkrahússjúkur.
Tað kemur ikki óvart á meg, at Guttormur heldur at reinføri – í greiningini at gera reint – hevur alstóran týdning fyri at forða ‘sjúkrahússjúkum’ í at taka seg upp. Soleiðis halda tey flestu, og tað er eisini heilt vanlig hugsan millum læknar og sjúkrarøktarfrøðingar. Nú skal hetta ikki skiljast so, at eg ikki meini, at Guttormur veit, at tað mugu vera onnur tiltøk, sum eisini hava týdning, um smittuspjaðing skal minkast á sjúkrahúsunum, men tað hugvekjandi er, at hann, sum ein av stigvísaranum fyri teirri almennu áskoðanini um atvoldina til sjúkrahúsígerðir, ikki nevnir nakað um summi av sjúkrahússtarvsfólk, ið ganga við ringum á fingrunum og uri um handliðið og tísheldur ikki kunna útinna nøktandi handreinføri. Guttormur nevnir Semmelweiss sum tann, ið vísti á týdningin av ‘reinføri’, í hesum samanburðinum, at týna multiresistentar bakteriur frá umhvørvinum. Hetta er ikki heilt beint. Semmelweiss vísti á týdningin av at sóttreinsa hendurnar fyri at forða spjaðingini av songarsótt. Tað var Florence Nightengail, ið birti í lag at gera reint á sjúkrahúsunum. Semmelweiss grundaði sostatt tað kanska mest týðandi fyribyrgjandi tiltakið ímóti spjaðing av sjúkrahúsígerðum, nevniliga handreinføri. At so er, varð ikki prógvað fyrr enn í nýggjari tíð, meðan tað ongantíð hevur verið prógvað, at tað at gera reint í sjálvum sær hevur nakran týdning fyri at forða smittuspjaðingini.
Ein framseting, ið so nasadjarvt gongur ímótu teirri almennu fatanini av, at reingerðing í sjálvum sær ikki hevur tann stóra týdningin fyri at forða sjúkrahúsígerðum, ella hevur stórvegis týdning fyri at basa teimum multiresistentu bakteriunum, krevur eina frágreiðing.
Grundarlagið í royndum við sjúkrahúshygieinu snýr seg fyrst og fremst um samanhangin millum evnini hjá smáverum at elva til sjúku og verjuskipanina hjá tí einstaka. Bara livandi verur – til dømis menniskjað – hava eina verjuskipan. Djóralæknarnir vita, at fiskaflak, kjøt, fars og annar matur hava onga verjuskipan. Til dømis er malið kjøt, ið verður dálkað bara við nøkrum fáum bakterium undir framleiðsluni, ein rein bakteriubumba eftir bara einum samdøgdi. Tí krevja heilsumyndugleikarnir, at tað skal verða lætt at gera reint á flakavirkum, sláturhúsum, matarhølum og almennum køkum, og at starvsfólkið í slíkum fyritøkum skal hava eina ovurneyva persónliga hygieinu.
Hevði menniskjað ikki eina munadygga verjuskipan, stóð illa til. Vit ganga í skitti og fáa ørgrynnu av smáverum niður um hvønn dag. Hugsað bara um skerpikjógvini, ið ganga úr hond í hond. Tað kann vera so sum so við handreinførinum hjá tí einstaka. Vit kunnu hava hendurnar í so nógvum og gloyma at vaska tær aftaná.
Tann, ið verður lagdur inn á sjúkrahús, er vanliga sjúkur. Verjuskipanin hjá tí sjúka kann vera meira ella minni viknað, og summar sjúkur forkoma verjuskipanini heilt. Tá skal lítið til, at sjúklingurin fær eina ígerð afturat sjúkuni, hann er innlagdur við, og so løgið tað ljóðar, er tað ofta viðgerðin av tí sjúka, ið meira enn nakað annað elvir til, at vit kunna fáa sjúkrahúsígerðir. Tað er næstan ógjørligt at viðgera sjúk fólk, uttan at verjuskipanin verður ávirkað onkusvegna. Undir skurðviðgerð verður skorið í húðina. Tá ið skurður verður lagdur í húðina, hava smáverur av ymsum slag beinleiðis atgongd til vevnaðin, ið skorið verður inn til, og hetta er atvoldin til, at fólk kunna fáa skurðbruna. Eisini er vanligt at fulldoyva sjúklingin undir skurðviðgerini. Hetta hevur við sær, at tithárini í andaleiðini (um vit ikki hava roykt tey burtur) verða óvirkin. Harumframt er hostarefleksin doyvd, so vit fáa ikki hostað rákan upp. Tí er lungnabruni ein reiðiliga vanlig sjúkrahúsígerð.
So er spurningurin hvat vit gera fyri at byrgja fyri sjúkrahúsígerðunum. Tað er ikki sørt: Vit sóttreinsað húðina, tá ið skerast ella prikast skal. Á skurðstovunum verða sjúklingarnir dekkaðir við sterilum stykkjum, instrumentini, ið verða brúkt, eru steril, og tey í skurðtoyminum eru í sterilum kitli og handskum, hárið er undir einnýtishúgvu, og maska er fyri munn og nøs. Á skurðstovunum verður luftin sílað gjøgnum bakteriufiltur, og lufttrýstið á stovunum liggur oman fyri tað í umhvørvinum, so bakteriudálkað luft sleppur ikki inn á skurðstovuna. Á skurðstovum, har fólk fáa kunstigar mjadnar og knø ísett, verður steril luft blást inn yvir tað sterila økið, so loftfluttar bakteriur ikki skula enda í skurðinum. Í flestum førum fær sjúklingurin eisini antibiotika-profylaksu, ið kann basa bakterium, sum enda í skurðinum. Á songjardeildunum sprittar røktarfólkið hendur í heilum fyri at avmarka spjaðingini frá einum sjúklingi til annan. Songjarklæðini verða skift javnan, og alt, ið verður nýtt í viðgerð og røkt, er antin sóttreinsað ella sterilt. Og tað verður gjørt reint! Eg havi neyvan sæð sjúkrahús nakrastaðni, ið eru so reinvaskað sum tey í Føroyum. Men ber reingeringin í sjálvum sær í sær, at vit hava lutvíst færri sjúkrahúsígerðir enn í øðrum londum? Henda spurningin kunnu vit tíverri ikki svara nágreiniliga uppá, tí vit hava ongi hagtøl at styðja okkum til. Tað hava sjúkrahúsverkini aðrastaðni heldur ikki. Prevalenskanningar á útlendskum sjúkrahúsum hava víst, at eini 10 prosent av teimum, ið verða løgd inn á sjúkrahús, fáa onkra sjúkrahúsígerð. Umleið fjórðihvør av hesum fær skurðbruna og ein annar fjórðingur fær andaleiðsbruna. Tað er ikki óhugsandi, at tølini eru tey somu í Føroyum.
Guttormur nevnir multiresistentar bakteriur sum eina hóttan frá sjúkrahúsumhvørvinum. Hetta er so satt, sum tað er sagt. Men allar bakteriur, ið elva til sjúku – eisini tær multiresistentu – stava frá teimum fólkunum, sum eru til staðar – altso sjúklingum og starvsfólkum, og spjaðast fyrst og fremst frá persóni til persón gjøgnum beinleiðis samband og sjáldan frá umhvørvinum. Av somu grund er reingerðingin valla tað munadyggasta vápnið móti spjaðingini av multirestentum bakterium. Einasta ítøkiliga vápnið er at avmarkað og ansa eftir, at antibiotikanýtslun er miðvís. Antibiotika hevur víst seg at vera eitt tvíeggjað svørð. Í eini 60 ár hevur tað verið nýtt til at viðgera ymisk sløg av bakteriuelvdum infektiónum. Tíverri verður rættiliga ofta skipað fyri antibiotikaviðgerð, har hon ikki er neyðug, og í summum førum er tað óvirkið, tí tann sjúkuelvandi bakterian er vorðin resistent mótvegis tí antibiotkanum, læknin hevur rátt til. Tað hendir eisini, at antibiotika verður brúkt móti sjúkum, sum virus hevur elvt til – og har hjálpur antibiotika ikki. Henda sameiningin av ovurnýtslu og antibiotikaviðgerð, ið ikki rínur við, hevur við sær, at fleiri og fleiri av teimum bakteriunum, ið hoyra til okkara vanliga flora, útvikla reisistens móti antibiotika. Tann ringasta hóttanin av hesum resistensútviklingi er, at vit um nøkur ár kanska onki virkið antibiotika hava móti fleiri av teimum álvarsligu infektiónunum, vit enn fáa bast við antibiotika.
Fjølmiðlarnir skapa í stóran mun meiningar okkara um ymisk fyribrigdi, og ofta er tað, fjølmiðlarnir koma við, litað av lyndinum til at dramatisera og manipulera hesi fyribrigdi heldur enn at avdúka atvoldarbundin viðurskifti. Eitt dømi er hagreiðingin av fuglakríminum. Síðani 2003 og til september 2007 eru umleið 1000 fólk deyð av fuglakrími. Samstundis er fuglur í milliónatali deyður av hesu sjúku. Fuglakrím er sostatt eitt slag av beinkrími, ið serliga smittar millum fuglar. Tað er júst tí, tað eitur fuglakrím. Tey, sum higartil eru deyð av kríminum, vóru øll dyggiliga smittað av tí virussi, ið elvir til sjúkuna (H5N1). Tey búðu undir sama taki sum tann sjúki fuglurin – høsn, dunnur, gæs og onnur fjaðrað dýr. Vanligi útviklingurin frá fuglakrími til beinkrím millum fólk er, at fuglavirussið muterar og fer at nørast í svíni. Haðani muterar tað viðari og fer nú at nørast í fólki. Av og á hevur hetta við sær herviligar pandemiir. Kendasta dømið er Spanska sjúka, 1918-1919, ið kravdi 50 milliónir mannalív kring allan heimin. Síðani høvdu vit pandemiirnar í 1957-58 og í 1968-69, ið báðar kostaðu milliónavís av mannalívum. Hesar báðar seinnu pandemiirnar eru vit mong, ið minnast. Roknað verður við, at slíkar pandemiir taka seg upp einar tríggjar ferðir hvørja øld. Men tá er tað ikki “fuglakrím”, vit fáa, men beinkrím, ið smittar frá menniskja til menniskja.
Eitt meiri gerandisligt dømi er teldu-knappaborð. Fjølmiðlarnir, serliga øsingarpressan, hava skýrt knappaborðini at vera ein av hættisligastu smáveruspjaðarunum á sjúkrahúum. Ræðuligt, hugsa vit, okkurt má gerast fyri at týna henda smittuvanda. Vit kunna kanska sóttreinsa knappaborðini við spritti fleiri ferðir um dagin. Gamaní, so gera vit tað. Meinbogin er, at sóttreinsanin bara virkar, til næsti persónurin fer at brúka telduna, tí bakteriurnar á knappaborðinum koma frá teimum, ið brúka teldurnar. Íðan, so kunna vit kanska leggja onkra plastverju oman á knappaborðið, so tað ikki verður dálkað. Gamaní, so gera vit tað. Meinbogin er, at plastverjan eisini verður dálkað, og tann einasti, ið hevur gagn av hesum pappnøsuprodukti, er tann ið framleiðir plastverjuna. Hvat skulu vit so gera? Jú, tað er líka so einfalt, sum tað er logiskt. Vit skulu sóttreinsa HENDUR okkara, áðrenn vit nerta við sjúklingin. Tað eru hendurnar, og ikki knappaborðið, ið kemur í beinleiðis samband við sjúklingin.
Fyri góðum ári síðanni fann onkur fleiri bakteriur á knappaborðum enn á wc-brettum, og heimurin fór í sjálvssveiggj – hóast tað als einki løgið ella óvanligt var í tí. Tað hevði tað so sanniliga verið um hesin, sum leitaði eftir bakterium, hevði funnið fleiri á wc-brettunum enn á knappaborðunum. Hartil kemur, at knappaborðið er meiri áhugavert í okkara tíð. Fyrr leitaðu vit eftir bakterium á durahandtøkum, kúlupennum, stetoskopum, bekkum, gradistokkum – you name it. Onkur hevur eisini funnið bakteriur á fartelefonum og fjarstýringum. Ikki er annað at siga um hetta, at bakteriur eru allastaðni, men ongastaðni so nógvar sum á fólki, tí tað er í og á okkum, at smáverurnar trívast og nørast. Men sum inkvisitorarnir søgdu í sínari tíð: “Vit finna gandakellingarnar, har vit leita eftir teimum!”
Soleiðis hava fjølmiðlarnir eisini givið fólki ta hugsan, at á sjúkrahúsi, har ikki verður gjørt reint tíðliga og seint, er vandin fyri smittuspjaðing so mikið størri. Eg skal ikki vísa aftur, at reingeringin tarnar smittuspjaðing, men higartil hevur tað ikki verið gjørligt at vísa á tann lutfalsliga týdningin, reingeringin hevur í so máta. Tað skal kortini eingin ivi vera um, at gera vit slættis ikki reint, so verður galin endi, men so væl og virðiliga tað verður gjørt reint á føroysku sjúkrahúsunum, er tað valla í hesum sambandi at orsøkirnar til sjúkrahúsígerðir eru at finna.