Klaksvík: Hann hevur siglt meginpartin av lívi sínum, kennir høvini og fiskileiðirnar, men seinnu árini hevur hann verið í landi. Hann gremur seg um, at hann einki ger til nyttu longur.
? Eg passi meg sjálvan, men annars geri eg einki til nyttu, heldur Símun David Kalsø, sum í dag verður 90 ár.
Dagurin verður hildin í heiminum við Stoksoyravegin seinnapartin í dag.
Símun David vaks upp á Húsum, og hann fór at taka eina hond í, so skjótt hann var førur fyri tí.
? Eg havi arbeitt, so leingi eg kann minnast. Tað var altíð okkurt at tríva í tá í tíðini. Pápi mín hevði jørð og kríatúr, og hann var eisini skómakari. Eg var við í nógvum av arbeiðum, frá tí at eg var smádrongur, sigur Símun David.
Við slupp
Símun David fór fyrstu ferð til skips sum 16 ára gamal í 1927. Tá vóru dreingirnir ofta yngri, tá teir fóru burtur fyrstu ferð.
? Eg var ikki so grammur at fara til sjós, men eg helt, at eg kundi ikki blíva við at ganga og mæla á Húsum, minnist Símun David.
Og bíðaði hann eitt sindur longur enn aðrir dreingir við at fara til skips, so mundi hann verða drúgvari enn teir flestu á sjónum. Símun David sigldi til hann var komin langt upp í árini, og hann var skipari nógv ár.
? Mær dámdi altíð líka væl at sigla. Eg havi kent meg væl á sjónum, og tað hava verið nógvir minniligir túrar, sigur hann.
Fyrsti túrurin til skips var við sluppuni Saltoyruni, sum systkinabarnið, Johannes Hansen, førdi. Seinni var Símun David við skiftandi sluppum og skipum.
Royndi at søkkja skipið
Símun David sigldi øll krígsárini við fiski úr Føroyum til Bretlands. Hann var skipari á Fimm Systrum, sum sigldi til Fleetwood í Onglandi.
? Eg helt tað var best at sigla vestanfyri Ongland, tí á teininum har niður vóru ikki so nógv flogfør, sigur Símun David.
Fleetwood liggur á vestustrondini í Onglandi, og hóast tað er fittur teinur longur til hendan býin enn til eitt nú Aberdeen, so helt Símun David, at hetta var betra valið.
? Men vit sluppu ikki undan týskinum. Tíðliga í krígnum var eitt flogfar eftir okkum, stutt eftir at vit vóru farnir úr Føroyum. Hann fleyg sera lágt yvir okkum og slepti eini bumbu. Tað var bara eitt Guds undur, at bumban gekk leys av skipinum og fór í havið uttan at spreingjast.
? Hevði bumban sprongst í dekkinum, vóru vit ikki komnir livandi frá hendingini, heldur Símun David.
Sama flogfar, sum royndi at søkkja Fimm Systrar, helt leiðina yvir Havnina og tveitti onkrar bumbur har.
Vinnur ikki á aldrinum
Hóast kvøkkin frá hesi hendingini, helt Símun David áfram at sigla við fiski til Bretlands øll krígsárini.
? Vit kundu ikki bara allir leggja okkum heima, tí so hevði einki borið til, sigur hann.
Teir fingu maskinbyrsu umborð á Fimm Systrar eftir hendingina við týska flogfarinum, men teir fingu ongantíð brúk fyri henni í aðrir uppgerð við týskara á vengjum.
Eftir kriggið helt Símun David fram við at sigla, og hann var sjómaður til hann kom langt upp í árini.
Nú heldur Símun David, at minnið er farið at bila, og hann heldur, at tað skyldast einum kjøtbita, hann át fyri tveimum árum síðani. Hesin kjøtbitin var ikki í lagi og rakti Símun David sum eitt skot.
? Síðani haldi eg ikki, at eg havi verið tann sami, men ongin hevur vunnið á aldrinum, so hví skuldi eg gjørt tað, sigur hann og flennir .
Símun David giftist við Andreu, og hann hevur tvey børn ? Ásu og Daniel. Konan fór fyri fleiri árum síðani.
Símun David eigur seks abbabørn, og fýra teirra búgva í Danmark. Mánadagin kom dóttirin, maður hennara og tey fýra abbabørnini út Danmark til Klaksvíkar at halda føðingardagin.