Onki EM í norðurlondum

Norðurlondini klára ikki krøvini, sum skulu tit fyri at hýsa einum EM-endaspælið

Tað verður einki EM-endaspæl í norðurlondum. Tað staðfestur Jakob Høyer, talsmaður fyri danska fótbóltssambandið. Norðurlondini megna ikki at liva upp til krøvini, sum UEFA setur fyri at hýsa einum EM-endaspælið.

 

Fyri at verða vertur skal tú hava ein leikvøll, sum tekur í minsta lagi 60.000 áskoðarar, eitt annað skal hava pláss fyri í minsta lagi 50.000 áskoðarum, fýra leikvøllir skulu hava pláss fyri 40.000 áskoðarum og trý  skulu hava pláss fyri 30.000 áskoðarum.

 

Tað er skjótt at rokna út, at Danmark, Norra og Svøríki ikki hava grundarlag fyri at gera slíkar leikvøllir. Tí er ætlanin, um at bjóða upp á EM í 2025 ella 2028 slept. EM í 2024 verður í Týsklandi.