Onki krav um at búgva í húsum í Havn

Býráðið fer ikki at krevja, at fólk skulu búgva í húsum í Havn, hvørki úti á Reyni, ella aðrastaðni í øðrum býarpørtum


Tað verður ikki bústaðarskylda í húsum í Havnini, hvørki úti á Reyni, ella aðrastaðni.

Tað samtykti Tórshavnar Býráð í gjárkvøldið.

Marin Katrina Frýdal, býráðslimur, vildi hava býráðið at viðgera málið á fundi i gjárkvøldið.

 

Í hesum samabandi varð eisini hugsað um at krevja, at tað skuldi verða bústaðarskyldu á Reyni og í teimum húsum, býráðið annars seldi.

 

Marin Katrina Frýdal vísir á, at Reyni er í ferð við at líkjast einum spøkilsinsbýi, tí tað standa alsamt fleiri hús tóm.

 

Og húsini eru so dýr, at so hvørt tey eru til sølu, eru tað múgvandi fólk aðrastaðni, sum keypa til summarhús og til at húsast í á Ólvsøku, sum tikið varð til.

 

Men hon sigur, at hetta er við at gera seg galdandi fyri allan miðbýin, tí so hvørt eitt høli verður tómt, verður tað yvirtikið av eini skrivstovu, ella einum handli og tí er býurin við at verða drenaður fyri lív.

 

Hinvegin kann kommunan ikki krevja bústaðarskyldu, tí áðrenn tað kann lata seg gera, má Løgtingið samtykkja eina lóg, sum gevur kommununi heimild at krevja bústaðarskyldu.

 

Og á býráðsfundinum í gjárkvøldið skeyt Marin Katrina Frýdal upp, at býráðið skuldi heita á landsins myndugleikar um at gera eina slíka lóg, so at býráðið fekk møguleikan at áseta bústaðarskyldu.

 

Fleiri býráðslimur halda, at tað er at gera seg inn á privata ognarrættin at krevja bústaðarskyldu.

 

Aðrir býráðslimir halda, at tað er einki forgjørt í at býráðið hevur eina heimild at áseta bústaðarskyldu, men um hon so verður brúkt, er ein onnur søga.  

 

Men býráðið vil ikki so frægt sum hava heimild at áseta bústaðarskyldu.  

Býráðið samtykti nevniliga við teprum meiriluta, at tað skuldi ikki heita á landsins myndugleikar um at gera eina lóg, sum gevur býráðnum heimild at krevja bústaðarskyldu í húsum í kommununi.

 

Seks býráðslimir atkvøddu fyri at heita á Løgtingið um at gera eina bústaðarlóg, so at býráðið kann áseta bústaðarskyldu, og teir vóru Jógvan Arge, Bergur A. Dalsgarð, Helena Dam á Neystabø, Bjørg Dam, Jákup Dam og Marin Katrina Frýdal.

 

Hinvegin vóru tað sjey býráðslimir, sum ikki vilja, at kommunan so mikið sum hava heimild at áseta bústaðarskyldu, og teir vóru Heðin Mortensen, Bjørghild Djurhuus, Tróndur Sigurðsson, Halla Samuelsen, Bogi Andreasen, Annfinn Brekkstein og Sjúrður Olsen.

 

Hinvegin er stórur meiriluti fyri, at býráðið skal ikki krevja bústaðarskyldu í húsum kommunan selir.

 

Tey, atkvøddu ímóti, at bústaðarskylda skal vera í húsum, kommunan selur, vóru Heðin Mortensen, Bjørghild Djurhuus, Helena Dam á Neystabø, Bjørg Dam,  Halla Samuelsen, Tróndur Sigurðsson, Bogi Andreasen, Annfinn Brekkstein og Sjúrður Olsen.

 

Bara Marin Katrina Frýdal atkvøddu fyri at krevja bústaðarskyldu, men Jógvan Arge, Bergur A. Dalsgarð og Jákup Dam, atkvøddu ikki.