Hjalti í Jákupsstovu
Í eini grein í FF-Blaðnum hósdagin 22 mars við yvirskriftini ?FSN-formaðurin hongdur til ?skræk og advarsel? hevur eitt petti undiryvirskriftina ?FF útihýst frá viðgerð av fiskiroyndum?. Greinskrivarin vil her vera við, at tað eru politiskar orsøkir til, at Føroya Fiskimannafelag ikki hevur verið við í undanviðgerð av uppskoti til Fiskivinnuroyndir.
Hetta er ikki rætt.
Í viðmerkingunum á Fíggjarløgtingslógini til játtanina til Fiskivinnuroyndir-fyrr nevnd praktiskar fiskiroyndir- stendur: ?Fiskimálastýrið umsitur fiskivinnuroyndir sum verða fyriskipaðar í samstarvi millum Fiskirannsóknarstovuna, Heilsufrøðiligu Starvsstovuna og Menningarstovuna. Játtanin er til fiskiroyndir og kanningar, herímillum vørumenning og hvussu sum mest fæst burtur úr øðrum fiskasløgum?.
Tað er sostatt hesir tríggir stovnarnir, ið hava ábyrgdina av at lata
Fiskimálastýrinum upp-skot um, hvorjar royndir skulu fremjast. Fiskimálastýrið, t.e. Landsstýrismaðurin, ger so endaliga av.
Undan kreppuna fyrst í nítiárunum var ein óformellur bólkur undir heitinum ?Almennir stovnar-Vinnulív?. Í hesum bólki vóru av almennum stovnum umframt Fiskirannsóknarstovan, Heilsufrøðiliga Starvsstovan og Menningarstovan eisini Fróðskaparsetrið við, og fyri vinnulívið vóru Arbeiðsgevarafelagið, Ráfiskakeyparafelagið, Havbúnaðarfelagið og Reiðarafelagið.
Bólkurin hittist nakrar ferðir um árið, og á skránni var ymiskt av felags áhuga, og hvat almennu stovnarnir kundu gera fyri at stuðla vinnuni. Eisini vóru uppskotini til fiskivinnuroyndir løgd fram har. Tey seinnu árini, áðrenn samstarvsbólkurin dovnaði burtur, var Føroya Fiskimannafelag við til hesa viðgerð. Áðrenn uppskotini vórðu send Landsstýrinum til støðutakan, vóru tey løgd fyri ein størri hóp, har, umframt vinnulívs umboðini í bólkinum Almennir Stovnar-Vinnulív eisni onnur umboð fyri fiskivinnuna vóru boðin at taka lut. Millum hesi vóru Fiskimannafelagið, Skipara og Navigatør felagið, Maskinmeistarafelagið, Meginfelag Útróðrarmanna og øll undirfeløgini hjá Reiðarafelagnum.
Tá kreppan fór at hasa av, høvdu vinnufeløgini hvørki orku ella tíð at luttaka í samstarvinum Almennir Stovnar/Vinnulív, og bólkurin datt niðurfyri. Síðan hevur í mong ár mannagongdin verið, at Fiskirannsóknarstovan, Heilsufrøðiliga Starvsstovan og Menningarstovan hava evnað til uppskot til Fiskivinnuroyndir, og hava síðan lagt hesi fyri á einum størri fundi á Fiskirannsóknarstovuni, har samstundis úrslitini frá royndunum í undanfarna ári eisini eru løgd fram. Umframt øll nevndu feløg innan fiskivinnu, hevur eisini verið boðin Vinnunevndin hjá Løgtinginum, fjølmiðlarnir og onnur áhugaði. Á fundinum hevur verið høvið at gera viðmerkingar til uppskotini bæði í størri høpi og í smálutum. Hetta hevur eisini verið gjørt, men tó ikki so nógv, sum vit kundu ynskt.
Bæði á fundinum í fjør og í fjølmiðlunum aftaná fýltist Vinnuhúsið á mannagongdina og ynskti størri ávirkan. Eisini varð ynskt, at størri áherðsla var løgd á fiskivinnugransking og virðisøking av fiskaúrdráttum.
Stovnarnir tóku fegnir ímóti hesum kritikki. Vinnuligu krøvini til Fiskivinnuroyndir eru nú broytt frá at leggja dent á fong her og nú til at leggja dent á tey langtíðarúrslit, ið fiskivinnugransking kann hava fyri heildarúrtøkuna hjá vinnu og samfelag av fiskvinnu. Krøvini vóru í samsvari við tey mál, ið eru sett fyri Fiskivinnuroyndir.
Skulu Fiskivinnuroyndir geva góð úrslit, krevst at tær verða gjørdar í dyggum samstarvi við vinnuna, og at hon sjálv setur inn upp á at fáa vinnuliga nýtilig úrslit burtur úr. Tað var tí náttúrligt aftur at bjóða vinnuni við at fyrireika uppskot fyri 2001, og biðin at luttaka vóru umboð fyri Ráfiskakeyparafelagið og Ráfiskaseljarafelagið.
Arbeiðið gekk væl, og vinnuumboðini hava avgjørt havt ávirkan á uppskotini, íð vóru løgd fram á árliga fundinum um Fiskivinnuroyndir 22 februar í ár, har øll feløg innan fiskivinnu, sum vanligt, vóru boðin við.
Stovnarnir hava sostatt eftir okkara tykki ikki hildið Føroya Fiskimannafelag uttanfyri viðgerð av uppskotum um Fiskivinnuroyndir 2001, ið hava fingið týðandi vinnuligt íkast heldur enn politiskt.