Ungi javnaðarmaðurin á tingi, John Johannessen, legði undir valstríðnum stóran dent á, at C-vitaminir skuldu til tónleikin. Og tað nógvar.
Men tað er lítíð, sum bendir á, at Musikkskúlin í Føroyum fær tær vitaminirnar, sum hann hevur brúk fyri. Í øllum førum ikki fyri ólavsøku.
Musikkskúlalærararnir hava fingið eina lønarkækkan, men løgtingsfíggjarlógin endurspeglar ikki hesa lønarhækkan, og tískil noyðist Musikkskúlin at spara.
Sparingin fer heilt ítøkiligt at merkja, at tað verða færri lærarar og tískil færri næmingar. Talan er um 200 næmingar og 11 lærarar, sum mugu sigast leys av skúlanum.
- Nú má mann fyrst fara at kanna eftir, um hatta verða avleiðingarnar. Um so er, so má samgongan seta seg niður at finna útav, hvat hon ynskir við Musikkskúlanum. Um hon veruliga ynskir hatta har, ella um mann ikki í øllum førum eigur at halda Musikkskúlan á tí støðinum, sum hann var, sigur John Johannessen, tingmaður.
Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður við mentamálum, sigur, at hann fer at gera sítt til tess at tryggja, at sparingin ikki verður so ógvuslig.
- Eg ætli mær at viðgera hetta málið og vita, um mann ikki kann gera okkurt. Eg trúgvi ikki, at vit fáa fleiri pengar (...) men kanska tað eru onkrir pengar onkustaðni. Tað fær mann at síggja, sigur Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður við mentamálum.
John Johannessen heldur, at økið hjá Musikkskúlanum, tónleikurin, skal raðfestast høgt.
- Eg haldi, at tað er sera harmiligt at skejra á einum øki, sum er eitt so grundleggjandi øki, sum er mennandi fyri ungdómin. Eg fari at gera mína ávirkan galdandi, og eg vænti, at landssýrismaðurin við mentamálum eisini følir ábyrgd fyri Musikkskúlanum, sigur John Johannessen, tingmaður.