Katrin Holm hevur starvast í nógv ár á Snarskivuni og er von við tað mesta. Hon hevur bíðilistan fyri barnaansingina um hendi.
Hon vísir mær stolt skipanina, ið sær snøgg og vælskipað út, men, sum hevur orð á sær at verða alt annað.
- Fólk tosa so nógv. Eg hoyri, tá summar koma inn, at nú hava tær verið í mammubólki og snakkað um, hvussu nógv óskil tað er við vøggustovuplássunum, sigur Katrin Holm.
Tað tekur umleið eitt ár á bíðilista fyri at fáa pláss í vøggustovu. Til barnagarð, sum eru børn frá trimum ár og uppeftir, er ongin bíðilisti.
Samanlagt eru tað beint nú 1.187 børn í ansingarskipanini.
- Umleið eini 30 børn um árið koma inn í skipanina uttanifrá. Tá hjálpir væl hjá teimum at hava skrivað seg upp á bíðilista, áðrenn tey flyta til Havnina, sigur Katrin Holm.
Betri skil nú
Skilið á barnaansingarøkinum meinar hon er væl betri nú enn tað var fyri nøkrum árum síðani, tá bíðitíðin var enn longri. Nakrir stovnar eru bygdir aftrat sum hava minkað trýstið.
- Summi foreldur hava so serlig ynski, og tá verður bíðitíðin longri, sigur Katrin.
Nøkur av børnunum, sum ikki fáa pláss á vøggustovu, fáa pláss í dagrøktini. Søkt verður eftir fleiri dagrøktarmammum, men tað gongur striltið at fáa størvini sett.
Børnini sum eru í dagrøkt eru lítil og fara oftast í vøggustovu aftan á eitt ár ella so.
Listin til vøggustovupláss er langur - eini 200 børn standa á honum. Men nógv tey flestu av teimum eru nýføðingar og skulu ikki hava pláss rættiliga enn.
Ætla at flyta heim
Katrin Holm tekur ímóti nógvum samrøðum frá útisetum, sum ætla at flyta til Føroya og spyrja seg fyri, hvussu tað stendur til á barnaansingarøkinum.
- Eg ráði teimum til at skriva seg upp á bíðilistan. Eg haldi ikki, at tað er nakar sum broytir ætlan vegna manglandi stovnspláss. Tey flestu satsa uppá, at tað nokk skal ordna seg, tá tey koma heim, sigur hon.
Hvørji ráð gevur tú so teimum, sum ikki fáa pláss á stovni?
- At tey skulu finna sær eina privata loysn. Og søkja pening frá Almannastovuni.
Verður nakað barn nakrantíð tikið framum á bíðilistanum?
- Nei, bíðilistin verður fylgdur. Men um barnaverndin setur seg í samband við okkum hendir tað, at vit taka onkran framum.
Vaksa tit nakrantíð teir vøggustovubólkar sum eru, fyri at fáa fleiri børn inn?
- Tað hendir, at vit gera tað. Men sjáldsamt.