Høvuðsvatneliðingin er farin, so vestmenningar mugu klára seg við ongum vatni morgun, 1. jólamorgun, kom brek á høvuðsvatnleiðingina í Vestmanna, sum gongur oman við Gjónni og greinar seg í Gørðum omanfyri gamla fótbóltsvøllin.
Brekið er beint uttanfyri brúnna, sum gongur frá Garðavegi inn í viðarlundina.
Arbeiðsmenn hjá kommununi eru farnir undir at umvæla brekið.
Jóan Jákup Vørmadal arbeiðsformaður hjá kommununi sigur við Portalin, at
Teir ikki enn kunnu siga, nær brekið væntast at verða liðugt umvælt, og vatnið kann setast til aftur, men helst seint seinnapartin,metur hann.