LEIKARAMETING
1. Jákup Mikkelsen, 67/-152/0
Landsliðsmálverjin og liðformaðurin takkaði fyri seg í einum dysti, har hann millum annað gjørdi vart við seg við tveimum øgiligum bjargingum. Tann fyrra var miðskeiðis í fyrri hálvleiki, har klaksvíkingurin var á rætta stað í røttu løtuni, meðan tann seinna – eitt gott korter fyri leiklok – var í serflokki. Hinvegin sá Jákup Mikkelsen ikki alt ov sannførandi út í samband við tað fyrsta og serliga tað síðsta málið. Ikki besti dystur hansara, men tað sigur eisini nógv um støði hjá Jákupi Mikkelsen, at hann kann loyva sær at vera ónøgdur eftir tvær slíkar bjarginar í einum dysti.
2. Jónas Þór Næs, 11/0
Fekk kjansin frá byrjan og takkaði fyri álitið. Smáar 20 minuttir inn í dystin kom hann at standa skeivt, tá Christian Lamhauge Holst missur bóltin, soleiðis at øll høgra síða gjørdist púra opin. Var annars øgiliga sterkur og tryggur í tí, sum hann gjørdi. Hóast hann ikki telist millum størstu leikararnar á vøllinum, so er Jónas Þór Næs krútsterkur og vann hann fleiri bóltar við at skerma av til eitt nú málspark. Hevur aftur staðfest, at hann eigur at røkja uppgávuna sum høgri bakkur á føroyska fótbóltslandsliðnum.
3. Atli Danielsen, 35/0
Atli Danielsen líður undir sama trupulleikanum sum eitt nú Christian Høgni Jacobsen, hann kann brúkast á so nógvum plássum. Slapp í gjárkvøldið at royna seg á heldur óvanda plássinum sum vinstri bakk, har hann byrjaði væl, men misti síðani nógvar bóltar – bæði við skeivum sendingum og við at verða pressaður. Heldur ikki hesin dysturin telist millum hansara bestu.
4. Atli Gregersen, 6/0
Víkingurin sá einki serliga sannførandi út við fyrsta málið, og til 3-1 verður framt eitt fríspark í móti honum. Var annars sera tryggur og sannførandi í øllum tí, hann tókst við. Hevði fleiri støður, har hann vann bóltin frammanfyri nøsini á mótstøðumanninum, umframt at hann var sterkur í deyðbóltsstøðum og annars slapp sær skilagott av við bóltin.
5. Egil á Bø, 11/1
Skoraði sítt fyrsta mál á landsliðnum – ikki óvæntað við høvdinum. Eitt flott mál frá honum! Var saman við Atla Gregersen rættiliga sterkur í miðverjuni. Fekk tó eitt óheppið gult kort tíðliga í fyrra hálvleiki, har hann var heldur klossutur og slær ein mótstøðuleikara av óvart. Kom somuleiðis at standa nakað skeivt í samband við næsta málið hjá Rumenia, og tá teir skora til 3-1 er Egil ein teirra, ið verður settur av. Hevði annars eitt gott tak á rumensku áleyparunum.
6. Rógvi Jacobsen, 53/10
Var aftur einsamalli maðurin í toppinum. Stóri klaksvíkingurin royndi at arbeiða, men gjørdi tað mest aftur í vøllin. Harvið lætti hann um uppgávuna hjá miðvallarleikarunum, men av tí sama vantaði hann eisini sjálvur, tá bólturin skuldi spælast niðan á hann. Fekk sum heild lítið burtur úr, men umstøðurnar sum einsamallur áleypari á føroyska landsliðnum eru ikki tær bestu. Útskiftingin av honum kom einki óvæntað og var neyðug.
7. Fróði Benjaminsen, 56/3
Tað eydnaðist ikki ársins leikara í Vodafonedeildini at reisa seg, eftir heldur laka avrikið móti Frankaríki. Tvær ferðir í fyrra hálvleiki kemur hann Føroyum í vandastøður, har hann í fyrstu atløgu verður settur av alt ov lætt og í seinnu atløgu sleppur sær óheppið av við bóltin. Varð skiftur út níggju minuttir fyri leiklok og tað var einki ónatúrligt í tí.
8. Símun Samuelsen, 27/1
Tað var saknur í honum til dystin móti Frankaríki, og í gjárkvøldið vísti hann hví. Símun Samuelsen hevur fysikkin, kvikleikan og frekleikan at spæla og at spæla væl á hægsta støði. Hetta gav hann fleiri dømi um í gjárkvøldið. Besta dømi var freka fintan, sum hevði eitt fríspark við sær beint aftaná, sum Súni Olsen síðani legði fyri pannuna á Egil á Bø. Fekk eitt rættiliga býtt gult kort tíðliga í seinna hálvleiki, men var annars sera sannførandi í øllum tí, hann tókst við.
9. Jákup á Borg, 60/2
Hevur spælt betri men eisini verri landsdystir enn tann í gjár. Varð plaseraður sentralt, sum eitt slag av bindilið millum Rógva Jacobsen og miðvøllin, men Jákup á Borg hevði kanska fingið meira burtur úr úti í borðinum. Seinni hálvleikur royndist munandi betri enn fyrri, har B36’arin millum annað fekk eitt óneyðugt og býtt gult kort fyri kjaftaslit.
10. Súni Olsen, 39/3
Átti frísparksinnleggið, sum Egil á Bø stútaði í netið. Vísti av og á, at hann er eitt støðið omanfyri fleiri aðrar á føroyska liðnum. Millum annað vendingin á egnari hálvu í fyrra hálvleiki, har hann setur tveir mans av, staðfesti hetta. Víkingurin arbeiddi aftur í dag væl aftur í vøllin og fekk vart fyri í nøkrum avgerandi støðum. Frameftir var tað mest við longum sendingum, sum eisini lógu sera væl – ein teirra gav mál.
11. Christian Lamhauge Holst, 18/2
Var aftur á liðnum, men hevði útgangsstøði í høgra borði. Hetta hevði við sær, at hann ikki fekk nakað serliga nógv burtur úr har úti. Kom betur eftir tí, tá hann og Símun Samuelsen skiftu síðu, soleiðis hann arbeiddi úr vinstru og inn í vøllin, men átti helst at verði brúktur sentralt frá byrjan av. Varð skiftur út eftir 70 minuttir, tá hann annars hevði spælt seg upp eina løtu. Vísti fleiri ferðir gjøgnum dystin, at hann er tann leikarin á føroyska liðnum, sum spælir í eini deild, sum er nakrar flokkar omanfyri Vodafonedeildina.
12. Bogi Løkin, 11/1
Kom inn og vann eitt fríspark beinanvegin. Royndi sítt úti í borðinum fyri Christian Lamhauge Holst, men við bara 20 minuttum á vøllinum er trupult at meta um avrikið hjá unga manninum.
14. Christian Høgni Jacobsen, 48/2
Fekk bara nakrar fáar minuttir á vøllinum, men upplivdi bæði eitt føroyskt og eitt rumenskt mál. Níggju minuttir er tó ikki nóg mikið til at meta um hansara avrik.
18. Arnbjørn Hansen, 7/1
Eitt gott korter fekk toppskjúttin í landskappingini í fjør á vøllinum. Lítið sást til hann hesa løtuna, sum ikki er nóg lang at meta um hansara avrik.